Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

­Hestprent og Dimmalætting bókaprent leggja saman

John William Joensen

Pf. Dimmalætting og Spf. Hestprent hava í dag 23. juni stovnað nýggja prentsmiðju, sum fær heitið Pf. Føroyaprent. Í hesum nýggja felagnum er alt virksemið hjá Spf. Hestprent og alt virksemið hjá Dimmalætting innan arkprent. Felagið hevur eisini yvirtikið bygningin á Hoyvíksvegi 59 frá Pf. Dimmalætting.

Leiðslurnar á Dimmalætting og Hestprent hava avgjørt at taka hetta stigið, fyri at styrkja um kappingarførið. Kappingin á grafiska økinum er hørð bæði her heima og við útlendskar prentsmiðjur. Við hesari samanlegging fáa vit eina stóra prentsmiðju, ið hevur neyðugu útgerðina og styrkina at kappast. Stovnararnir eiga hvør síni 50% í nýggja felagnum.
 
Stjóri á nýggju prentsmiðjuni verður Jon Hestoy, meðan Hjalgrim Samuelsen verður nevndarformaður, nevndarlimir annars eru: Flemming Samuelsen og Susann H. Hestoy.
 
Í 126 ár hevur Dimmalætting rikið prentsmiðju. Í nítiárunum vórðu stórar íløgur gjørdar, so hon í dag er tann best útgjørda prentsmiðjan í landinum. Serstakliga hava íløgur verið gjørdar í litprenti, og stendur einasta 4-litaða prentmaskinan í fullari stødd á prentsmiðjuni hjá Dimmalætting. Á Dimmalætting er eisini ein vælvirkandi deild, ið ger undanprent til prentsmiðjuna.
 
Í 1984 stovnaði Jon Hestoy Hestprent, og verður hann stjóri á nýggja virkinum. Høvuðsframleiðslan hesi árini hevur verið bøkur. Í byrjanini var Hestprent eitt satsvirki, men í 1999 var byrjað at prenta eisini. Í 2002 víðkaði Hestprent so aftur virksemið sítt við bókbindaríi, og  er hetta størsta bókbindarí í Føroyum í dag.
 
Føroyaprent verður, við um tríati starvsfólkum, nógv størsta prentsmiðjan í landinum. Við hes­ari samanlegging savna vit nakrar av bestu grafikarunum, prentarunum og bókbindarunum á einari prentsmiðju. Prentsmiðjan verður væl útgjørd á øllum tekniskum økjum og hevur leiðsla og nevnd sett sær fyri, at nýíløgur skulu gerast so at prentsmiðjan altið liggur í fremstu røð.
 
Við hesari samanlegging meta Pf. Dimmalætting og Spf. Hestprent seg hava tikið eitt stórt stig móti at tryggja Føroyum eina kappingarføra prentsmiðju, har vit framvegis vilja varðveita eitt opið og kundavinarligt umhvørvi.
 
Í samband við samanleggingini verður almenn móttøka fríggjadagin 25. juni á prentsmiðjuni á Hoyvíksvegnum 59 kl. 15 til 17.30. Vónandi nýta nógv viðskiftafólk, vinir og onnur høvi at koma framvið.
 
Hjalgrim Samuelsen 
Nevndarformaður

Jon Hestoy
stjóri
 

Harleyfacadeacryl