Tað er langt í millum at fremmand ferðamannaskip vitja í Klaksvík. Men í komandi viku vitjar M/V Doulos í Klaksvík á fyrsta sinni.
Doulos er tó ikki eitt vanligt ferðamannaskip, men er mannað við meira enn 300 ungum og eldri fólki frá meira enn 40 av heimsins londum, sum øll hava hetta eina stavnhaldið: At boða evangeliið fyri øllum fólkasløgum. Fleiri føroyingar hava gjøgnum árini siglt við Doulos, og verður tað við Árna Jensen úr Havn sum skipara, at Doulos stevnir inn um Klakkin. Við umborð er eisini Margith Olsen úr Klaksvík.
Doulos er bygdur í 1914, og er heimsins elsta ferðamannaskip, sum enn er í sigling. Tað er trúboðanarfelagsskapurin OM (Operation Mobilisation), sum eigur Doulos. Felagsskapurin eigur eisini Logos II, sum var í Føroyum í 2001, og seinasta skotið á stammuni er gamla Nørrøna, sum nú eitur Logos Hope. Vanliga ferðast Doulos í heitari farvatni í Asia, Afrika og Suðurevropa, men viðhvørt ger skipið onkran avstingara norðureftir. Hesaferð standa Føroyar so fyri tørni, og kom skipið á Havnina hóskvøldið úr Skotlandi.
Mikudagin 30. juni kl. 17.30 kemur Doulos til Klaksvíkar, og fer skipið at liggja við bryggju úti á Norðborg undir vitjanini í Klaksvík.
Doulos er ikki bara heimsins elsta ferðamannaskip, men er eisini heimsins størsta flótandi bókasøla. Hendan verður opin hvønn dag, meðan skipið liggur í Klaksvík. Umframt bókasøluna verða fleiri onnur tiltøk, bæði umborð og í landi. Lið frá Doulos fara at vitja kirkjur og samkomur, eins og eitt sokallað Barna-OL verður í og uttanfyri Betesda hósdagin 1. og fríggjadagin 2. juli frá kl. 14.00 til 18.00.
Hæddarpunktið á vitjanini í Klaksvík verður uttan iva Altjóða Kvøldið í KÌ-høllini leygarkvøldið 3. juli kl. 21.00. Har fara fólk frá mongum ymiskum mentanum kring heimin at framføra sang og tónleik, dans og leik frá teimum ymisku londunum, ið eru umboðað. Hvør veit um ikki føroyskur dansur eisini verður at hoyra?
Vónandi taka klaksvíkingar væl undir við vitjanini, og nýta høvið at vitja umborð á Doulos, og eisini við at luttaka í teimum ymisku tiltøkunum, ið verða fyriskipað. Og ikki minst: At vísa føroyskt gestablídni og bjóða nøkrum teirra ein biltúr, eina útferð ella til eina góða máltíð heima við hús. Skráin fyri vitjanina stendur í bløðunum, og er eisini at finna umborð á Doulos.




