Í kvøld fer Jákup B til Litava har skipið verður sandblást umframt at smærri umvælingar verða gjørdar.
Grímur Lassen, reiðari á Jákup B, sigur at orsøkin til at teir fara so langa leið at fáa arbeiðið gjørt, er fyrst og fremst fíggjarlig.
– Tað er umleið ein triðjing bílgari at fáa arbeiðið gjørt í Litava og tí hava vit valt at royna hetta.
Væntandi verður Jákup B frammi mánamorgunin.




