Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn einaferð avgjørdi dómarin

John William Joensen

Tað verður ofta sagt at tað er ikki rætt at finnast at dómaranum, men dysturin millum Ongland og Portugal í gjárakvøldi vísti hvussu eitt vánaligt dómara avrik sendi Ongland út av EM

Nú skal tað ikki skiljast sum at Portugal ikki hevði uppiborið at komi víðari, tí tað hava teir óivað, men tað króvar ikki burtur óhepna leiklut dómarans.

Rætt at døma nógv
Eitt kjakevni hevur ofta verið at dómarar í dag hava ein alt størri leiklut í fótbóltsspælinum. Tað skal lítið til at dómarin trívur eftir ljóðførinum.
Men hetta hevur eisini tað positiva við sær at maðurin, sum hevur bóltin, er meiri friðhalgaður í dag enn hann var fyrr í tíðini. Hetta ger eisini at vit fáa meiri málmøguleikar og vandamiklar deyðbóltstøður, sum eisini eru við til at gera dystirnar málríkari.
– Men samstundis setur hetta størri krøv til dómaran og perónin sum dømir.
Tað er tí rætt at vit seta stór krøv og eisini kritisera dómaran tá hann ikki livir upp til krøvini.

Ein hægri dómara?
Tað er eingin ivi um at tá Sol Campbell í 89. minutti heddar bóltin í málið hjá Portugal, tekur Urs Meir dómari eina skeiva avgerð.
– Enski áleyparin, Darius Vassell, sást á sjónvarpsmyndunum standa stillur, meðan málmaðurin søkir bóltin og roynur at trísta Darius Vassell burtur.
– Um málverjin skal náða bóltin skal hann troka baði Sol Campbell og Darius Vassell burtur, nakað sum er óhugsandi. Tað var málverjin, sum trístur og ikki øvugt.
Um UEFA undir EM hevði eina skipan við einum, – lat okkum kallað hann Ovasta dómara, hevði hesin út frá sjónvarpsmyndunum broytt avgerð dómarans og góðkent málið. – So var Ongland víðari.
Hesin "Hægsti dómarin" skuldi bert havt heimild til at kolldómt ella góðkent ivaspurningar viðvíkjandi málum. Hesin kann neyvan fara at viðgera annað, tí tað hevði uttan iva verið til ampa fyri gongdina í spælinum.

Dómarar ikki friðhalgaðir
– Tað er ikki rætt at fara illa við dómarum tá teir taka eina skeiva avgerð ella tá teir koma illa frá einum dysti, sum t.d. Urs Meir dómari, sum dómdi dystin millum Ongland og Portugal.
– Men hinvegin eiga vit at kritisera og vraka ein dómara sum ikki er nóg góður eins og vit gera við fótbóltsleikarar. Dómarar eru ikki friðhalgaðir, men eiga at verða vigaðir eins og øll onnur ítróttarfólk.
– Urs Meir dómari, hevur annars verið ein góður dómari, men henda dagin hevði hann ein "off-dag", og tí eigur hann at vera settur á “beinkin” næsta dyst og annar dómari sleppa at royna seg. Sjálvandi skal Urs Meir ikki "vísast av landinum", hóast eg fari at mæla honum frá at halda summarfrí í Onglandi.

Føroysk viðurskifti.
–  Støðan í Føroyum er ikki góð tá hugsað verður um døming. Her hugsi eg ikki um dómarar sum í dag døma føroysku 1.deild, men hinvegin um føroysku fótbóltsfeløgini og vantandi áhugi teirra fyri hesum tíðandi parti av fótbóltinum.
– Umstøðurnar hjá dómarunum eru út av lagi vánalig í flestu feløgum og tað eru framvegis tey fægstu feløgini sum gera nakað sum helst fyri at stimbra leikarum og øðrum at taka dómarasetningin í álvara.
Tí er einki av teimum føroysku feløgunum í teirri støðu at tey kunnu rættvísgera ein kritikk av dømingini.
Tað hevur alstóran týdning at føroyskur fótbóltur, her verður serliga hugsað um feløgini, ganga í seg sjálvan og hugsað um hvussu tey kunnu geva gróðrarlíkindi fyri góðum dómarum sum eru glaðir og stoltir.
Nú KÍ fyllur 100 ár, kundi veri hóskandi at vit tóku dómarasíðuna upp til viðgerar og settu út í korti hvussu vit kunnu vera við til at menna dømingina í føroyskum fótbólti.
  
John William Joensen.
 
PS: Fótbóltur fyri meg er kenslur, vinskapur, loyalitetur og “begeistring”.
Sjálvurhavi eg altíð hildi við Onglandi, Føroyum, Liverpool og KÍ.

– Eg ynski dønum alt tað besta, og eg fari óivað framhaldandi at fylgja EM,  men fyri meg er EM nú liðugt og vónandi fer hetta at geva mær betri stundir til at rokast uttan fyri húsini nú summari sær út til at kaga fram ein løtu.