Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann týðandi stig

John William Joensen

Hóast ÍF vanliga plagar at hava betur lið, so tekur hetta einki frá sigrinum hjá KÍ, sum nú í góðar tveir mánaðar hevur gingið oyðimarkargongd.

Teir sum mannaðu KÍ-liðið vóru:
Jákup Mikkelsen, Harley Bertholdsen, Ovi Nysted, Niclas Niclasen, Marek, Leon Bjartalíð, Atli Danielsen, Jacob Bymar, Símun Joensen, Julian Samuelsen og Erling Fles.
Útskiftingar: Í seinra hálvleiki gjørdi KÍ tríggjar útskiftingar. Jákup Hansen kom inn fyri Marek. Arnold Joensen kom inn fyri Jacob Bymar og Frank Joensen kom inn fyri Símun Joensen.
 
ÍF skert
Tað skal eisini takast við at ÍF noyddist at verða nakrar stórar profilar fyriuttan.
Bartal, Rúni og Magni vóru ikki við og er eingin ivi um at hetta var viðvirkandi til at ÍF als ikki megnaði at standa seg móti KÍ.
 
Jacob Bymar málkongur
Skorði heili trí mál. Hann legði fyrst KÍ á odda áðrenn ÍF javnaði við einum heldur ivasomum brotssparki.
Julian Samuelsen var so næstur og á málskjúttaralistanum og síðani var tað aftur Jacob Bymar.
Erling legði KÍ framum 4-1 og Jacob Bymar skoraði síðan sítt triðja mál áðrenn Erling Fles endaði málfestina.