Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn móttøka kl. 18 fyri Doulos

John William Joensen

Borgarstórin, Steinbjørn Jacobsen, Klaksvíkar Hornorkestur og Betesda Kórið fara at luttaka á almennu móttøkuni á kajøkinum niðanfyri kryvjuvirkið.

Á skránni fyri vitjanina í Klaksvík er m.a. serligt kvøld fyri hjún og familjudagur men hæddarpunkti á vitjanini er altjóða kvøld sum verður í KÍ-høllini leygarkvøldi kl. 21.
Í samband við tiltakið í KÍ –høllini leygarkvøldi sigur Dúgvan eykatúr av Klaksvík á Miðnátt.
 
Spentir at koma til Klaksvíkar
Hjørleif Vang, sum er samskipari av vitjanini hjá Doulos í Føroyum, sigur at tey umborð á Doulos er sera væl nøgd við túrin higartil og at tey eru spent at koma til Klaksvíkar.
– Tað hava sera nógv vitjandi verið umborð á Doulos og manningin, sum telur gott 300, hava upplivað nógv megan skipið hevur ligið á Havnini.
– Bólkar frá skipinum hava ferðast kring landið og vitjað ymsastaðni. Tey hava verið úti og fiskað, gingið túrar og eisini vóru 50 fólk frá Doulos við í grindadrápinu í Leynum. Tey vóru eisini sera glað fyri at fáa part av grindini.
Doulos fer av Havnini kl. 15 seinrapartin.