Vit vóru ein túr við mydnatólinum umborð á Doulos og m.a. vitjaðu vit á brúnni og í maskinrúminum
Doulos er til longdar dum gamla Norrøna, 130 metrar.
Brúgvin er gomul og sera lítil. Har eru góð navagtiónstól, men skipið hevur ongan sjálvstýrara og verður tí silgt uppá gamla máta við róðurgangara.
Skipskumpasin og telegrafurin eru orginalir og verða framvegis brúktir.
Maskinrúmið
Í maskinrúminum er alt stórt og ógvusligt.
Høvuðsmotorurin er skiftur í 1971 tá skipið fekk eina stóra umvæling. Motorurin er ein Fiat og er hetta triði motoruni skipið hevur havt.
Skipið hevur yvirlivað tveir verðaldarbardagar. Undir fyrra og seinra heimsbardaga varð skipið farmaskip og silgdi konvoy. Undir fyrra heimsbardaga var skipið roknað sum eitt gonguskip, men í dag verða tey 8,7 mílini skipið gongur ikki roknað sum nógv. Christina í Grótinum gekk 19,2 míl royndartúrin.
Høvuðsmotorurin hevur 18 cylindarar og 8000 hk. Stemplini eru 42 cm í diametur og í maskinrúminum hekk mynd av einum afrikanarar sum stóð í cylindaranum og arbeiddi.
Næraberg hevur tveir motorar 8000 hk tilsamans men støddin á motorunu kunnu ikki samanlíknast.
Taka vit motorin hjá Christan í Grótinum so hevur hann 6700 hk 16 cylindar tann motorurin er sum ein páhangari aftur ímóti.
Skipið koyrir við sera lágum umdreyðingum samanlíknað við skip sum vit kenna her á leið. Høvuðsmotorurin koyrir við max 450 snúnningum við fullari ferð, annars vanliga við 300 snúnningum.
Samanlíka vit við onnur skip so kunnu vit til stuttleika nevna at Sundaberg koyrir við 600 snúningum, Dúgvan og Ternar koyra við 740 og Christian í Grótinum koyrir við umleið 1000 snúningum.
Skrúðuakslin hjá Doulos er 43 metrar langur og líka gamal sum skipið og vá 42 tons. Diameturin á akslinum er 40 cm. Vanliga verður 20 cm roknað sum rættuliga svert. Vit kunnu nevna at akslarnir á línubátunum í Klaksvik eru kanska 15 cm tá teir eru sverir.
Longdin á akslinum hjá Jákup B er millum 5 og 6 metrar.
Start-luft-flóskurnar eru klinkaðar við naglum tað saman sum skrokkurin á gomlum skipum. M.a. sóu vit ein trýst tanga sum eisini var klinkaður sum toldi upp til 6,3 bar í trýsti. Hetta er sera nógv tá hugsað verður um at tangarnir ikki eru sveisaðir men einans nelgdir (klinkaðir).
Skrokkurin á Doulos er eisini klinkaður tvs. at pláturnar eru ikki sveisaðar saman men nelgdar tað sama sum ein føroyskur bátur, men allar umvælingar sum eru gjørdar í nýggjari tíð eru sveisaðar.
Skipið inniheldur næstan 100 ára skipasøgu og er einans tvey ár yngri enn Titanic.
Skipið hevur sjey ferðir á veg til skrottingar, men er higartil sloppin undan. Tó vanta teir tað verður trupult hjá skipinum at lúka altjóða krøvini hjá IMO sum koma í 2010. Ein kostnaðarmeting sigur at tað fer at kosta umleið 80 milliónir krónir at fáa skipið góðkent í 2010. Serlig er talan um brunatrygd tí meginparturin av skipinum er úr timbri, dekk og yvirbygningur.
Fyri tann sum ikki er áhugaður í bókum men skipum er Doulos avgjørt vert eina vitjan.




