Á samkomu eftir dystin heiraðið Norðlýsið Toda við at avdúka eina mynd av honum, við áskriftini: Todi Adam Jónsson – Okkara besti leikari.
Myndin kemur at hanga í Cafe – KÍ.
Blaðstórin á Norðlýsið flutti fram røðu og hon verður endurprenta niðanfyri:
Góði Todi, góðu FCK arar og annars tit øll somul.
Dagurin í dag er, óansæð úrslitið frá dystinum, ein stórur dagur í 100 ára gomlu søguni hjá KÍ, av tí at tað eydnaðist at fáa vitjan av donsku greipuvinnarunum úr FCK, og vit vilja fegin takka tykkum fyri, at tit vildu seta tíð av til hesa vitjan. At ein av leikarunum í FCK hópinum sleit sínar fyrstu fótbóltsskógvar í KÍ ger sjálvsagt ikki upplivilsi minni fyri okkum.
Fótbóltur hevur altíð fylt nógv í Klakksvík, og tað er neyvan familja í býnum ið ikki eigur ein næstring á onkrum liði hjá KÍ, og KÌ myndir prýða mangt heim í Klakksvík. Tað eru mong ið minnast aftur á tíðina fyrst í nítiárunum, tá Todi spældi í bláa KÍ búnanum.
Góði Todi. Fótbólksgenini koma ikki av ongum, tí vit eru fleiri ið minnast til tá pápi tín, sum fór á alt ov ungum aldri, leikti sum bakkur bæði í KÍ og á føroyska landsliðnum. Hann traðkaði sínar fyrstu fótbóltsskógvar úti í Víkunum. Tá í tíðini var ein fótbóltur ikki hvørsmans ogn. Bóltar vóru dýrir og fari varð væl um teir.
Á seglhúsplenini har pápi tín og aðrir plagdi at spæla lá altíð onkur árabátur klárur, tá onkur hevði lossað bóltin út á vánna. Víkadreingir lærdu sostatt bæði at sparka bólt og at handfara eina ár samstundis.
Ein klakksvíksingur møtti einaferð pápa tínum Ludda og Luddi gramdi seg og tók nakað soleiðis til: -Eg eigi ein fimm ára gamlan son, sum eg haldi hevur fótbóltstalent. Men óansæð hvussu eg royni so fái eg hann ikki at flukta við høgra beini.
Sum barn vart tú altíð uppi hjá ommu tíni Ebbu á Heygum og heygadreingir høvdu tann fyrimun framum víkadreingir, at tað var longri oman á Vánna so teir høvdu ikki brúk fyri árini tá bólturin var farin av kós.
Onkran bóltin hevur tú helst sparkað uppat húsavegginum hjá Karsten í Svínoy, sunnanfyri hjá ommuni tíni. Norðanfyri lá urtagarðurnin hjá Óla Dahl, og urtagarðar og fótbóltar eru kanska ikki tann besta kombinatiónin. Um bólturin onkuntíð fór omanum til Jóan Paula ella Oyra-Jens gjørdi minni. Har vóru so ongar tulipanir.
Men stutt var oman á vøllin, og har har spældi Todi saman við dreingjum ið gjarna vóru eini 3 ár eldri.
Einaferð undir venjing fór átta ára gamli Todi Jónsson út í eina takling við 11 ára gamla Kurt Mørkøre. Tann yngri lá eftirá, fór at bløða næsablóð og noyddist at gevast við venjingini. Men næstu ferð venjing var á skránni var hann kortini aftur á vøllinum. Treiskni er ein dygd í fótbólti. Tú hevur altíð víst eitt stórt mentalt yvirskot, tá skaðar hava hótt fótbóltskarrieruna hjá tær. Og bæði mamma tín Hanna og mong onnur í Klakksvík hava fegnast tá tú aftur hevur verið klárur eftir longri steðg.
Vit hava saknað teg á landsliðnum men vit skilja støðuna. At tú kensluborin á tíðindafundi boðaði frá, at tú aftur vart tøkur til landsliðið fløvaði okkum. Og vóna vit at síggja teg afur á landsliðnum til komandi dyst.
Seinast vóru vit í EM bólki saman við Íslandi og Skotlandi, og vóru dystirnir tættir. Tað hevði verið gott at havt teg við tá ímóti grannum okkara og tínum egnu frændum, tí sum danska fótbóltsblaðið Tipsbladet tók til:
– Todi Jónsson er et nordatlantisk gadekryds. Den ene bedstefar var fra Skotland den anden fra Island.
Í 1992 vóru føroysk feløg á fyrsta sinni við í Europa Cup. Á Svangaskarði spældi KÍ móti Skonto Riga. Ein av áskoðarunum var tann legandariski fótbóltsskribenturin fra Tipsbladet Per Højer sáli. Brádliga rykti Todi seg leysan og skjeyt eitt langskot (við vinstra beini sjálvandi), bólturin skrúvaði frá málmanninum og brast í samankomingina.
Tá helt Per Højer fyri: -Denne havde fortjent en bedre skæbne.
Vit fegnast yvir at føroyskir fótbóltsspælarar royna seg sum yrkisleikarar í útlondum. Men merkisvert er tað, at bert tveir føroyingar hava vunnið eitt nationalt fótbóltsmeistaraskap uttanfyri Føroyar, og tað eru Todi og Jákup sum báðir eru uppaldir á Djúpumýru.
Norðlýsið hevur avgjørt at geva eina landsliðsmynd av Toda til KÍ-cafeina. Orsøkin er tann, at vit meta Toda sum eina góða fyrimynd hjá okkara unga ættarliði.
Norðlýsið




