Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Fjarðastevnan í Vestmanna: Aftur gott vikuskiftið hjá Treystinum

John William Joensen

Á Fjarðastevnuni í Vestmanna um vikuskiftið skipaði Bragdið fyri Grand Prix renning á keiøkinum fyri bæði børn og vaksin. Og aftur hesaferð vóru luttakarnir úr Treystinum væl við í fremstu røð, hóast ongin vinnari varð.

Líkindini at renna vóru góð, hóast tað var eitt lítið lot. Luttøkan var góð og vóru tað tilsamans júst 100 rennarir við. Hjá monnunum gjørdist Sam Vang úr Bragdinum aftur hesferð vinnari í tíðini 16,36 min. fyri teir 5 km, sum teinurin hjá teimum vaksnu var. Guttorm Sørensen úr Treystinum gjørdi eitt lítið “comeback” við tað at hann gjørdist nummar tvey hjá monnunum í tíðini 16,42 min. Vegna ein skaða í knøunum, fær hann ikki vænt við fullari megi enn. Nummar trý í tíðini 16,45 min. gjørdist Regin Zachariasen úr Bragdinum, meðan Jonhard Larsen úr Treystinum gjørdist nummar fýra. Hjá kvinnunum í tíðini 19,58 min. gjørdist Rigmor N. Arge úr Bragdinum vinnari frammanfyri Borgarhjørt Holm eisini úr Bragdinum. Hesar eru báðar heima í summarfrí í løtuni. Raðfylgjan hjá veteranunum bleiv tann sama sum seinast við tað at Jósvein Herup Olsen og Steindor Hjaltalin gjørdust nummar eitt og tvey, meðan Tummas Joensen úr Treystinum gjørdist nummar trý í tíðini 20,03. Hetta er samstundis persónligt met hjá honum. Tummas venur í løtuni til Tórshavn Marathon, sum verður 17. juli í Havn. Hjá gentum –7 gjørdist Paulina Fuglø nummar fimm, meðan Mikala Mørkøre úr Treystinum bleiv nummar sjey. Hjá dreingjum -7 gjørdist Andrias á Marknagili úr Klaksvík nummar átta. Beinir Johannesen, sum luttekur í hesum bólkinum, er burturstaddur í løtuni. Hjá dreingjum –10 gjørdist Osvald á Marknagili nummar átta. John Viljam Johannesen, sum eisini luttekur í bólkinum -10, er burturstaddur í løtuni. Hjá gentum –13 gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum aftur hesaferð nummar tvey og hjá dreingjum –13 gjørdist Jan Elmar Sørensen úr Treystinum eisini hesaferð nummar tvey. Og hjá dreingjum –17 gjørdist Álvur F. Christiansen úr Treystinum eisini nummar tvey. Rebekka, Jan Elmar og Álvur fara næsta vikuskifti, saman við 8 øðrum ungum rennarum úr hinum rennifeløgunum, til Svøríkis at luttaka í Øresundspelen, sum er ein sera sterk kapping við luttakaraum úr flestu noðranlondum og øðrum londum við. Næsta rennikapping verður á Vestanstevnu í Sørvági leygardagin 10. juli kl. 12. Tá verða fleiri rennarir úr Treystinum staddir uttanlanda.

Harleyfacadeacryl