segði ítróttarstjórin hjá FCK, Niels-Christian Holmstrøm, á samkomu í KÍ høllini eftir dystin.
Eftir dystin bjóðaði KÍ og Klaksvíkar Býráð til eina samkomu í KÍ-Cafeini.
Eftir at Borgarstjórin, Blaðstjórin á Norðlýsinum og Formaðurin í KÍ høvdu flutt fram røðu, tók ítróttastjórin í FCK, Niels-Christian Holmstrøm, orðið og takkaði fyri.
– Eg má viðganga at dysturin í dag hevði rætta vinnaran. Vit sum fylgja við fótbólti hava upplivað tað so mangan, ikki minst undir EM endaspælinum í Portugal. Tað liðið sum er tendrað og klárt til dystin, vinnur, og so kann verða líkamikið hvat mótstøðumennirnir eita á papírinum.
– Men so má eg leggja afturat at vanliga, tá ein leikari í altjóða kapping, so verður 1-0 leiðsla á heimvølli ikki roknað sum nógv, áðrenn farið verður til returdystin á útivølli.
– Vit í FCK fara at síggja fram til at møta KÍ aftur í returdysti í parkini, einaferð í framtíðini, og fari eg at minna tykkum á at tit einans megnaðu at vinna 1-0 á heimvølli og tí skuldu vit havt ein góðan møguleika í parkini.
Skulu vinna á HB.
Ítróttarstjórin í FCK var sera væl upplagdur røðari, og hann skemtaði eisini við at talan var um avtalað spæl.
– Undan dystinum vistu vit ikki hvat vit skuldu geva tykkum í føðingardagsgávu.
– Vit vistu at tað ikki hevur gingið eftir vild hjá tykkum í heimligu kappingini og tí var sjálvsálitið hjá tykkum undan dystinum ikki í topp.
– Tí avgjørdu vit at lata tykkum vinna, og gávan hjá okkum er tann at vit nú fara til Havnar at hølvað HB av!
Takkaði fyri móttøkuna
Ítróttarstjórin í FCK takkaði eisini fyri tað stórfingnu móttøku og segði at túrurin í Føroyum eisini hevði verið eitt stórt upplivilsið fyri leikararnar.
– Harafturat hevur KÍ við spæli sínum givið okkum nógv at hugsað um og tað kann bara vera gott sæð út frá einum ítróttarligum sjónarmiði tá túrurin í Føroyum eisini er ein fyrireiking til komandi kappingarár.




