Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Vestanstevna í Sørvági: Tummas Joensen vann veteranbólkin

Guttorm Sørensen

Leygardagin á Vestanstevnu, skipaði Frælsi fyri rennikapping, har umleið 100 luttakarir vóru við.

Startur og mál vóru við kirkjuna í Sørvági. Tey vaksnu runnu til Bíggjar og aftur, sum varð ein teinur uppá 7,5 km. Úr Treystinum vóru fýra luttakarir við hesaferð. Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen, eins og seinasta vikuskifti, nummar tvey í tíðini 25,53 min. Vinnari gjørdist Regin Zachariassen úr Bragdinum við tíðini 25,41 min. Hetta var fyrsti sigur hjá Regini, sum er 44 ára gamal. Sam Vang, sum hevur vunnið nærum allar kappingar í ár, mátti hesaferð taka til takkar við einum triðjaplássi í tíðini 26,10 min. Jonhard Larsen luttók ikki, tí hann var staddur uttanlanda um vikuskiftið. Í Grand Prix kappingini hevur Sam Vang longu, við fullum stigatali, tryggja sær fyrsta plássi og Regin Zachariassen annað plássi, óansæð hvussu leikur ferð á Ólavsøku. Kappingin um triðja plássi stendur ímillum teir báðar Jonhard Larsen og Guttorm Sørensen úr Treystinum. Jonhard hevur í løtuni 3 stig meira enn Guttorm. Enda teir í topp fimm á Ólavsøku, so blívur tann fremri nummar trý í Grand Prix.

Tummas Joensen vann
Hjá veteranunum gjørdist Tummas Joensen úr Treystinum vinnari í tíðini 30,34 min. Jósvein H. Olsen, sum hevur vunnið allar kappingarnar higartil, var ikki við vegna skaða. Tí kom kappingin at standa ímillum Tummas og Steindor Hjaltalin úr Bragdinum. Higartil hevur Steindor havt munin teirra millum í hvørjari kapping, men hesaferð lat Tummas ongan iva verða um hvør var tann betri, tí hann kom á mál á fyrsta plássi 1,05 min. frammanfyri Steindor. Nummar trý gjørdist Robert Vilheilmsen úr Bragdinum í tíðini 31,55 min. Í Grand Prix kappingini hevur Tummas eisini tryggja sær eitt triðjapláss. Pól Sundskarð, sum luttók fyri fyrstu ferð í eini rennikapping, gjørdist nummar fimm hjá veteranunum í tíðini 33,53 min. fyri teir 7,5 km. Sera flott av Pól, sum byrjaði at renna fyri fáum mánaðum síðani. Einasta barn úr Treystinum, sum luttók hesaferð, var Osvald á Marknagili, sum gjørdist nummar 9 í sínum bólki dreingir -10.

Luttaka í Tórshavn Marathon
Í morgin fer Tummas Joensen at royna seg á marathon teininum fyri fyrstu ferð. Kappingin í morgin er eisini FM kapping fyri veteranar og luttekur hann í tí bólkinum. Hann hevur fyrireika seg væl og vænt dúgliga síðani beint eftir nýggjár, so spennandi verður at vita hvussu tað fer at gangast. Teir báðir Jonhard Larsen og Pól Sundskarð fara at luttaka í ½-marathon í morgin.Góða eydnu!