Ídag um tvey tíðina, kom hópurin hjá KÍ kvinnum til Gem hotellið, har tey skulu búleikast í umleið eina viku og spæla tríggjar Europa Cup dystir.
Petur Simonsen, ferðaleiðari, segði í telefonini fyri lítlari løtu síðani, at tað hevði gingist teimum væl á ferðini. Vit vóru í Keypmannahavn í gjár og búleikaðust á Hotel Hilton í lufthavnini. Í gjárkvøldið fóru vit ein túr í Tivoli og vóru aftur á hotellinum umleið á miðnátt.
Í morgun flugu vit víðari til Wroclaw í Póllandi og vit eru júst komin á hotellið. Kvinnurnar eru longu farnar at venja á vøllinum, har tær skulu spæla fyrsta dystin ímóti Metallist Charkow ímorgin.
Alt ferðalagið letur heilsa heima.
Vit hava fyrr nevnt tíðirnar, tá KÍ kvinnurnar skulu spæla dystir. Men vit fáa at vita frá Petur Simonsen, at tær tíðirnar eru lokaltíðir í Póllandi, sostatt leika kvinnurnar ímorgin kl. 15.00, hósdagin kl. 16.00 og fríggjadagin kl. 16.00.
Koyr á KÍ!




