Í døgunum 19. til 21. juli vóru 11 ungfólk úr Klaksvík í allarbesta summarveðri í Hesti og Koltri.
Flestu eru núverandi og nakrir fyrrverandi leiðarar hjá KFUM & K skótunum, sum í løtuni nema sær útbúgving aðrastaðni. Hesi plaga at at gera slíkar túrar um landið við tjaldi, og nevnast kann, at tað eru tvey sum nú hava verið á øllum 18 oyggjunum.
Myndamaður: Jákup Samson.




