Hóast sitandi býráð hevur tvífalda játtanina til Klaksvíkar Sløkkilið og á mangan hátt hevur raðfest sløkkiliðið hægri enn undanfarin býráð, so hava vit ikki røttu útgerðina til stórar eldibrandar, sigur Kári Kjelnæs leiðari á sløkkiliðsstøðini.
Fyri fýra árum síðan, tá bygningurin hjá Com-Data brendi, hevði Klaksvíkar Sløkkilið ikki útgerð so sum stiga-bil ella lyftu, og hendan útgerð er framvegis ikki til taks.
Men Kári sigur at tað er nógv hent hesi fýra árin síðani eldibrandin á Com-Data.
– Í 2000 var játtanin til Klaksvíkar sløkkilið umleið 500.000 krónur um árið. Í dag er hon farin upp um milliónina umframt at býráði hevur keypt nýggjar bilar og útgerð fyri nógvar pengar.
– Men tá eldurin herjaði á Com-Data var eldurin komin so mikið langt tá hann var uppdagaður at hóast vit høvdu havt betri útgerð, so høvdu vit ikki kunnað gjørt annað enn at latið eldin brent seg út.
– Hinvegin so er eingin loyna at vit hava bygningar í Klaksvík sum vit høvdu havt stórar trupuleikar við at sløkt eld um vanlukkan rakti okkum.
– Bygningar sum eitt nú skúlaheimið á tekniska skúla, Sjómansheimið og Røktarheimið hava allar nøktandi rýmingarvegir, men við verðandi útgerð høvdu vit havt sera trupult við at sloppið skjótt og lætt fram at eldinum ella bjarga fólki.
– Vit hava avtalu við privatar lastbilaførarar sum hava góðar kranar, um at verða tøkir til eldsbrunar, men hetta er sjálvandi ikki nøktandi tí tá vanlukkan hendir, kunnu hesir bilar verða av bygdini, ella verða bundnir í onkrum arbeiði so tað tekur tíð hjá teimum at koma til vanlukkustaði.
– Hinvegin eru bilar við lift ella stiga, sera kostnaðarmiklir, og í løtuni hava vit eingi hølir at hýsa slíkum bilum í.
Tilbúgving til Norðoyatunnilin
Kári Kjelnæs sigur at í løtuni verður arbeitt við at útbúgva og útgera sløkkiliði í Klaksvík soleiðis at tað eisini megnar at sløkkja eldibrandar inni í Norðoyatunnlinum.
– Í løtuni hava vit bert útgerð sum loyvir okkum einar 300 metrar inn í tunnlar. Men í løtuni verður arbeitt við at útvega okkum roykkavararútgerð sum varðar í hálvan annan tíma og tí kann brúkast í Norðoyatunnlinum.
– Eisini hava vit havt menn á skeiði í samband við tilbúgvingina og fleiri menn skulu á skeið í vetur.
Framtíðin
Kári Kjelnæs hevði sagt seg úr starvið sum sløkkiliðsleiðari til julimánaða í ár, men hann sigur at býráði hevur heitt á seg um at verða í starvinum árið út.
– Í dag er starvið sum sløkkiliðsleiðari ikki eingang hálvtíðarstarv. Lønin er 5000 krónur um mánaðan og tað er fyri at vera á vakt árið runt.
– Men nú er ætlanin at nýggi leiðarin skal verða fulltíðarsettur, og tað er at fegnast um, tí tað er ríkiligt av arbeiði at gera og krøvini í dag eru sera strong til trygdina.
– Eg vanti eisini at tá leiðarin er farin at virka so gongur ikki long tí fyrr enn eisini onnur fólk verða sett í fast starv á støðini.




