Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltsfeburin í botni

John William Joensen

Í einum litleysum og linligum dysti framman fyri umleið 300 áskoðarunum staðfesti KÍ sína støðu á triðaftasta plássið.

Tað má staðfestast at KÍ higartil hevur víst lítlan hug at flyta seg longur upp eftir stiga talvuni. Javnleikurin á Svangaskarði seinasta vikuskifti móti einum tofta liði, sum longu hevur repa seglini og ikki longur hevur hug at sigla millum fremstu feløgini, gav eina ábending um tað sum vit vóru vitni til í dag.
At einans 300 áskoðarar sóu KÍ leika móti B36, sum roynir at fylgja komandi meistarunum úr HB, sigur ikki so lítið um hvat Klaksvíkingar vanta av KÍ í ár.
 
Dysturin.
Dysturin var ikki meiri enn tveir minuttir gamal tá ein miðskiljing millum KÍ-málverjan og miðverjuna gav Egil á Bø eina forering sum hann ikki kundi siga nei til.
– Vinstri vongur hjá B36 leggur bóltin inn fyri. Verjuleikari letur bóltin fara, málverjin stendur sum neldur og Egil á Bø kann í allari fordragiligheit seta bóltin í neti við pannuni.
Ein dreymabyrjan hjá árstalsfelagnum, sum restina av dystinum bert hugsaði um at halda fødselárinum burtur frá fatinum.
KÍ hevði ongan málmøguleika allan dystin og tað hevði B36 heldur ikki, men teir fingu jú tað teir komu eftir, trí týdningarmikil stig.
 

Jákup Mikkelsen, Leon Bjartalíð, Jan Andreasen, Símun Joensen, Jacob Bymar, Atli Danielsen, Marek Wierbicki, Erling Fles, Eyðun Klakstein, Ovi Nysted og Niclas Niclasen.
Á beinkinum hjá KÍ: Julin Samuelsen, Harley Bertholdsen, Arnold Joensen, Tórður Lervig, Andreas Johannessen. Leiðarar: Ovi Flindt Bjerg, venjari, Dánjal J. Joensen, venjari, Gestur Hovgaard, liðleiðari, Jóngerð Biskopstø, vøddamýkjari.
Útskiftingar: Jan Andreasen og Eyðun Klakstein út í hálvleikinum og inn fyri teir komu Arnold Joensen og Harley Bertholdsen. Í 72. minutti kom Julian Samuelsen inn fyri Erling Fles.
 
B36
Magnus Poulsen, Jóhannis Joensen, Allan Mørkøre, Jens Kr. Hansen, Alex Dos Santos, John Petersen, Niels Joensen, Kenneth Jacobsen, Egil á Bø, Pól Thorsteinsson, Klæmint Matras.
Á beinkinum hjá B36: Ronnie Samuelsen, Jóhan Gunnarsson, Tróndur Vatnhamar og Bergur Midjord. Leiðarar: Jóannes Jakobsen, vernjari, Magni Mohr, venjari, Rahm ì Króki, liðleiðari og Gunnleif Danielsen, liðleiðari.
Útskiftingar: Í 75. minutti kom Bergur Midjord inn fyri John Petersen.
 
Dómarabólkur
Eiler Rasmussen, Ólavur Weihe og Andrias Petur Hansen..

Harleywoodpaint