Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Ráfiskakeyparafelag: Afturvísing av ákærum og illgitingum móti fiskavirkjunum

John William Joensen

Í farnu viku vóru fiskavirkini ákærd fyri at vera størstu útflytararir av heilum fiski. Samstundis vóru illgitingar frammi í tinginum um, at fiskavirkini avtalaðu prísir sínamillum.

Hetta eru álvarsamar ákærur og tí viðger Ráfiskakeyparafelagið hesar spurningar í tveimum viðmerkingum niðanfyri.

Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur gjørt eina kanning, sum vísur at flestu flakavirkini als ikki hava útflutt nakran óvirkaðan fisk. Einstøk virki hava útflutt nøkur tons, men talan er um sera smáar nøgdir, og eingin vøkstur er í ár í mun til í fjør. Samanborið við til samlaða útflutningin, er heilur óviðgjørdur fiskur frá føroysku flakavirkinum bert 1,3 % (sí fakta niðanfyri)
Tað er rætt at føroysk virki útflyta stórar nøgdir av óvirkaðum fiski. Men talan er ikki um flakavirkini. Talan er um fiskasølur og nakrar fyritøkur, sum hava lagt seg eftir at pakka og útflyta heilan fisk. Í fjør fór 33 % av samlaðu toska, hýsu og upsaveiðuni óvirkað av landinum.
Føroya Ráfiskakeyparafelag afturvísur tí greitt ákærunum, um at flakavirkini eru størstu útflytarar av heilum fiski. Hesar ákærur komu fram í útvarpinum, har ein skipari legði fiskavirkini undir at vera størstu útflytararir av heilum fiski, og formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag segði seg kunna vátta at hetta var so. Eisini í tinginum hevur verið ført fram, at flakavirkini gingu á odda
Føroya Ráfiskakeyparafelag heldur, at tað er skeivt at vinnan á sjógvi og landi seta skuldsetingar fram, hvør móti øðrum. Heldur eigur at verða staðfest, at fiskivinnan á sjógvi og landi hava nakrar bygnaðar trupulleikar, sum skulu loysast. Tí tá 33% av samlaðu veiðini fer óvirkað av landinum, ja so bløðir alt samfelagið fyri hetta.





Fakta um útflutning av heilum fiski

Føroyski útflutningurin av botnfiskavørum var í 2003 uml. 140.000 tons.
Fiskurin, sum verður virkaður á føroysku fiskavirkjunum er í høvuðsheitinum toskur, upsi og hýsa. Føroyska veiðan í 2003 av hesum fiskasløgum var 105.000 tons. Av hesum vóru góð 34.000 tons ella 33 % útflutt sum heilur óvirkaður fiskur.
Talvan niðanfyri vísir, hvat føroysku flakavirkini hava útflutt av heilum óvirkaðum fiski. Talan er um allan fisk, eisini flatfisk, kongafisk o.a. sum vanliga ikki verður virkað í Føroyum.
Útflutningurin hjá flakavirkinum av heilum fiski er sostatt bert 1,3 % av samlaða útflutninginum

Undir viðgerðini av fiskidagaskipanini í tinginum í síðstu viku, vórðu illgitingar frammi um at føroysku fiskavirkini avtala prísir sínamillum um upsan.
Hetta eru sera álvarsaman illgitingar, tí slíkur atburður er beinleiðis lógarbrot sambært reglunum um kapping.
”Tá slíkar gitingar verða borðnar fram á tingsins røðarapalli, taka vit tær í størsta álvara” sigur Egil Olsen formaður fyri Ráfiskakeyparafelagið. ”Slíkt sáðar iva og misálit millum seljarar og keyparar.”
Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur spurt seg fyri millum limirnar og eingin kennir til slíkar prísavtalur.
Men fyri at fáa allan iva beindan av vegnum hevur nevndin í felagnum heitt á Kappingarráðið at kanna málið sum skjótast.  

Vinarliga
Egil Olsen, formaður