Formaðurin i kappingarnevndini hjá FSF, fer at mæla til at kappingarnevndin nú fer at brúka videomyndir tá avgerð skal takast í disiplinerum málum.
Bjarki Mohr er ikki i iva um at kappingarnevndin nú eigur at broyta mannagongd og nýta videomyndir tá ið disipliner mál taka seg upp.
– Tað er eingin ivi um at hetta hevði verið ein hjálp hjá bæði leikarum og dómarum, men tó eiga vit ikki við hesum at taka støðu til alt út frá sjónbanda upptøkum.
– Tað sum eg kann ímynda mær er tá talan er um dystir har beinleiðis bardagar taka seg upp har dómarin jú ikki hevur møguleika fyri at síggja alt sum fer fram. Tað kann vera at leikari slær ein anna ella spítur eftir øðrum leikara og annað tílíkt.
Krzystof/Magnus málið
At kjakið um sjónbanda upptøkur tekur seg upp júst nú kemur av tí sum hendi undir dystinum í Gundadali sunnudagin tá leikandi venjarin hjá GÍ, Krzystof Popczynski, ger tað sum mangir áleyparar hava gjørt undan honum. Hann roynir at filmað seg til eitt brotsspark og tað eydnast, men avleiðingin fyri mótstøðuliði er álvarslig, tí vælleikandi ungi B36 málverjin, Magnus Poulsen, fær samstundis reyða kortið og leikbann komandi vikuskifti.
Sjónbandaupptøkur, sum m.a. hava verið vístar í SVF vísa tíðuliga at málverjin nertir ikki áleyparan, og tað tí var ein skeiv avgerð at døma brotsspark og geva málverjanum reyða korti.
Prinsippir mótvegis rættvísi
Tað er tó lítið sannlíkt at kappingarnevndin fer at broyta mannagongd mitt í einum kappingarárið, men samstundis er einki sum sambart lógin forðar nevndini at gera hetta.
Formaðurin í kappingarnevndini er tó ikki í iva um at kappingarnevndin fer at brúka videomyndir, men spurningurin er sum sagt um teir fara at gera tað nú.
– Tað er sjálvandi ikki góður siður at broyta mannagongd miðskeiðis í einum kappingarárið, men hinvegin so er tað ein ansøgn at vit í kappingarnevndini skulu velja at síggja burtur frá verðuleikanum í Krzystof/Magnus málinum og við tí straffa tann óseka B36 málverjan við at geva honum leikbann komandi vikuskifti, sum lógin ásetur.
– Eg vil tó undirstrika at vit fara ongantíð at seta spurnartekin við avgerðarættin hjá dómaranum. Tað sum dómarin hevur dømt stendur við, og harvið brotssparkið, útvísingin og úrslitið av dystinum, men eg haldi ikki at tað er rætt at vit nú aftaná so geva tí óseka B36 málverjanum ein dóm afturat.
– Vidomyndir kunnu tí vera við til at hjálpa dómarum at fáa rætta skeivleikar, sum eru framdir og tí haldi eg at tíðin er búgvin til at vit fara at viðgera sjónbandaupptøkur í nevndini.




