Seinastu tíðina hava bæði Ansni og Løgreglan í Klaksvík, fingið nógvar fráboðanir frá fólki um leysgangandi hundar, í uppá ein ella annan, hátt hava verið til ampa fyri fólk, sigur Ansni í tíðindaskrivi
Í farnu viku var eitt starvslið í Klaksvík, og tók upp hundar, og sigast má, at heilir 5 leysir hundar vóru tiknir upp og koyrdir í hundabráhaldið.
Afturat hesum vóru eisini hundar, ið tíanverri ikki eydnaðist at fáa fatur á.
Afturat tí bráðfeingis arbeiði, við at takað leygangandi hundar upp, var eisini gjørt fyribyrgjandi arbeiði t.d. fingu hundaeigarir, ið høvdu hundar gangandi leysar, nær við húsini boð um framyvir, at halda hundin inni á stykkinum, antin í hundabandi ella innanfyri hegn.
Leygardagin, tá summarfestivalurin var hildin, bleiv 1 hundur tikin upp og hildin yvir vikuskifti.
Mánadagin, í hesi vikuni, var sama starvslið aftur úti og tók upp leysgangandi hundar. Mánadagin vóru 4 hundar tiknir upp.
Hundabráhaldið í Klaksvík var sostatt á tremur mánadagin, við ikki minni enn, 4 nýupptikninum hundum og einum frá vikuskiftinum.
Fólk, ið hava trupuleikar av hundum, kunnu venda sær til Politistøðina í Klaksvík tlf. 455348 ella til Ansni tlf. 505050.
Fólk ið yvast um teirra burturblivni hundur er upptikin kunnu venda sær til Politistøðina í Klaksvík har møgulig útflýggjan av hundinum eisini verður gjørd.
Vinarliga
Ansni




