Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann 2-1 á GÍ í Gøtu

John William Joensen

Innskifti Erling Fles legði KÍ á odda 2-0 eftir ein flottan solotúr men í yvirtíðini reduseraði GÍ til 1-2, men sigurin var ongantíð í vanda og dysturin endaði 2-1 til KÌ.

Innskifti Erling Fles, fekk eina sending á miðjum vølli, setti ferð á og legði tríggjar verjuleikarar aftur um seg áðrenn hann smekkaði bóltin í netið til 2-0. Eitt frálíka gott mál.
Men beint fyri leiklok reduserar GÍ , men tá var ov stutt tíð eftir at GÍ kundi náa einum javnleiki.
KÍ var sum skilst meiri vandamikið og var sigurin uppiborin, men Gøtumenn høvdu møguleikan tá teir brendu eitt brotsspark miðskeiðis í seinrahálvleiki, tá KÍ var á odda 1-0.
Leikandi venjarin hjá GÍ skjeyt bortssparki, men Jákup Mikkelsen bjargaði í stórum stíli.
20. minuttir inn í seinra hálvleik far GÍ brotsspark, men Jákup bjargar.
Málið hjá Ova Nysted, sum kom seint í fyrra hálvleiki. Hetta var ein sonn perla, tí Ovi var hart trýstur í 16 metrinum hjá GÍ og við rygginum ímóti málinum langaði hann til við vinstra beini ímóti handaru stong, har bólturin sat innanfyri dygst við stongina. Spælið hjá Ova í dag í Gøtu ber brá av at KÍ aftur hevur fingið ein "Kurt"-líknandi álopsleikara. Spennandi verður at síggja hvussu leikur fer komandi dystirnar.

Onnur úrslit:
NSÍ – B36 1-2 (1-0)
Skála – B68 2-1 (2-1)
VB – EB/Str 2-1 (1-1)
HB – ÍF 4-2 (2-2)