Fleiri, sum hava verið á webcam hjá Skálaberg, hava vent sær til okkara og spurt um hví Skálaberg verður sleipaður, men alt er sum tað skal hjá Skálabergi
Um tú fert á webcam hjá Skálabergi nú, so sært tú hvussu tað fyrigongst tá Skálaberg bunkrar á opnum havi.
Júst í løtuni, fáa teir olju frá einum tangabáti. Teir á Skálabergi hava nevniliga lagað tað soleiðis, at til ber eisini at taka olju framman.
Tangabáturin letur Skálabergi eitt sleiðitog og slanguna og síðani liggur tangaskipið við skrúvu fram alt ímeðan olja verður pumpað umborð á Skálaberg, sum liggur úrkoblaður.
Hetta at taka olju inn frammanfyri ger, at betur ber til at taka olju tá illveður er.




