Røðan sum borgarstjórin helt á 100 ára føðingardegnum, týsdagin 25. august.
Á hesum 100-ára degi Klaksvíkar Ítróttarfelags er tað mær sum borgarstjóri ein heiður og ein gleði vegna Klaksvíkar Býráð og borgararnar í kommununi at bera fram eina heilsan.
Tá fremsta liðið hjá KÍ vinnur, skapir tað gleði og stoltleika millum fólkið her í økinum
Og norðingar hava sanniliga havt nakað at gleðast um, tí KÍ hevur í fleiri mansaldrar verið eitt av allar fremstu ítróttarfeløgum í landinum.
KÍ var millum fyrstu feløgini, ið fóru út í Evropa at leika fótbólt, bæði á manssíðuni og á kvinnusíðuni hesi seinnu árini, og somuleiðis hevur Stjørnan luttikið í altjóða hondbóltskappingum.
KÍ hevur eisini fostrað teir fótbóltsleikararnar, sum higartil hava verið teir mest eyðsýndu í útlondum sum professionellir.
Í dag er KÍ ein risi í føroyskum ítrótti bæði innan kvinnu- og mans-fótbólt og nú eisini kvinnuhondbólt, har Stjørnan eftirhondini er blivið flaggskipið hjá okkum vetrarhálvuna.
Tað munnu vera fá hús her í økinum, sum ikki á ein ella annan hátt hava eitt ella annað samband við KÍ og við Stjørnuna.
Tað er sjón fyri søgn, at KÍ serstakliga hesa seinastu tíðina hevur tikið nøkur týðandi stig fram ímóti gerast eitt nútímans fótbóltsfelag, sum lýkur øll krøv og treytir fyri at kunna luttaka í altjóða fótbólti.
Hesi átøk hava longu sett sín positiva dám á bæði lívið og á úrslit hjá felagnum, og eg eri púra vísur í, at KÍ framyvir í enn størri mun fer at heysta fruktirnar av hesum arbeiði.
Vit standa í dag í einum tí snotuligasta felagshølinum, sum nakað føroyskt ítróttarfelag eigur. Ein íløga, sum ikki bara kemur KÍ og Stjørnuni tilgóðar men so sanniliga eisini øllum lokalsamfelagnum.
Norðan fyri fótbóltsvøllin stendur í dag eitt áskoðaraskýli.
Eisini her hevði KÍ ein virknan leiklut saman við øðrum góðum lokalum kreftum.
Í sama skýli hevur felagið júst útvegað sær eitt ljóðannlegg, og yviri í eystara enda av vøllinum sæst eitt spildurnýtt stadion-ur.
Jú, positiva gongdin er púra greið: KÍ arbeiðir miðvíst við at betra og nútímansgera umstøðurnar.
Eisini sosialt, ítróttarliga, umsitingarliga og bygnaðarliga hevur KÍ lagt týðandi lunnar undir eina framtíðar menning av felagnum.
Ítróttarliga tók KÍ miðskeiðis í níti-árunum eitt djarvt stig, tá tað setti ein ungdómsvenjara í starv, og hetta hevur lønað seg, tí hesin hevur saman við øðrum góðum fólki bygt upp grundarlagið fyri at lyfta alla ungdómsvenjingina upp á eitt hægri støði.
Men sjálvandi verður einki slíkt avrik gjørt av nøkrum einsamøllum persóni, og KÍ hevur eisini eitt stórt tal av sjálvbodnum venjarum.
Hesir persónar taka sær av 100-tals av okkara børnum og ungu túsund takk fyri tað!
Fyri at alt hetta skal fáast at virka, krevst ein leiðsla, ein greiður bygnaður og ein umsiting, sum setur út í kortið, setir í verk, skrásetir, og samskipar hetta stóra felagið KÍ og tess virksemi.
Hetta arbeiðið er mangan møðsamt og til tíðir eisini ótakksamt tí slíkt arbeiði fær tíverri ikki altíð ta virðing, ið tað hevur uppiborið.
KÍ-leiðslan tykist at hava spennandi visiónir og ætlanir fyri Føroya næst elsta ítróttarfelag.
Ein sjónlig staðfesting av hesum er t.d., hvussu KÍ í ár hevur hátíðarhildið hetta merkisárið við fleiri væl eydnaðum tiltøkum. Tey eru somikið mong, at tað ber illa til at taka nakað burturúr.
Úrslitini í teimum ymisku deildunum eru eisini byrjaði at staðfesta ta mennandi arbeiðið, sum fari er fram í felagnum ikki minst á hondbóltssíðuni og á kvinnusíðuni, bæði til hond- og fótbólt, men eisini generelt innan fótbóltin eru positivir ringar byrjaðir at breiða seg.
Hetta fegnast vit um !
Tað er soleiðis í so mongum lívsins viðurskiftum, at tað er viljin (ella hugburðurin), ið drívur verkið.
Tað hevur týdning í einum øki sum okkara at hava undangongufólk, sum vísa í verki, at tey megna at náa teimum málum, tey seta sær, soleiðis at hini í lokalsamfelagnum kunnu seta sær tað sama fyri hvør á sínum øki.
Liðítróttin lærir eisini ungdómin
* at vera saman við øðrum
* at leggja seg sjálvan undir eina leiðslu, og
* at vera loyalur ímóti hinum í felagsskapinum
Ikki minst hevur ítrótturin (og harvið eisini KÍ) ta góðu ávirkan á ungdóm, at hann brúka sínar kreftir til nakað mennandi og spennandi heldur enn at ganga fyri einki og kanska fáa ringar vanar.
Men einki KÍ uttan lokalt samanhald, samleika og stuðul og vón mín skal vera á hesum 100 ára degi Klaksvíkar Ítróttarfelags, at tey komandi árini skulu vera merkt av, at í Klaksvík og í Norðoyggjum standa vit saman um okkara størsta ítróttarfelag.
Vón mín er eisini, at KÍ í komandi tíðum skal náa teir leikligu tindarnar, sum glæsiliga søga felagsins ber boð um.
Hjartaliga tillukku á 100 ára stovningardegnum !!




