Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári Sólstein farin um tey trýati

Ónevndur

Fríggjadagin 27.08.04 fyllir Kári Sólstein í Klaksvík 30 ár. Kári er sonur Katrin og Alexander Peter (Alex) Sólstein, fyrrv. skúlastjóra í Klaksvík.

Hann er uppvaksin á Vágsheygnum í Klaksvík, og sum smádrongur var Kári sum flest aðrir drongir, spældi fótbólt, kowboy og bil. Sjálvdan var farið langt, eitt sindur heimføðisligir hava teir verið, tí oftast vóru teir omanfyri „speglið“ Her var býarmarki í teirra verð. Børnini spælt var við vóru m.a. Mouritz hjá Oslu hjá Mouritz hjá OyraKristoffir, Linda hjá Ruth hjá Mariu, Fróði hjá Helenu hjá Jákup Paula hjá Dia hjá Davinu, Sjúrði systkinabarn hansara, Luddi hjá Helga hjá Mariu Laksafoss.

Eftir loknað skúlagongd í fólkaskúlanum fór hann til Gøtugjógv og tók studentsprógv. Seinasta árið í studentaskúlanum tók hann, í tí tá spildur nýggja skúlanum á Kambsdali. Kári fór 20 ára gamal at tæna, sum húskallur. Hetta var í ísrelsku kibbutz bygdini Yad Hannah.

Undirhaldsvirksemið hevur altíð havt stóran áhuga hjá hesum manninum, og ofta er hann at hoyra og síggja til mong tiltøk sum vertur, frásøgufólk, osv. Sjónleikari er hann framúrgóður, tað hevur hann víst í verki millum annað við Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Eins og flestu í familiu hansara hevur hann eisini tónlistarligar gávur, og hann hevur millum annað spælt við Klaksvíkar Hornorkestri.

Mangan stuttligan túr hevur hann verið innanlanda og uttanlanda, oftast saman við Øssur hjá Eigil hjá  Eydnu hjá Kristinu hja Skard, Petur hjá Hildugunn, Sjúrði hjá Borgu o.ø. Hvat hesir kundu finna uppá saman, var ikki at vita, oftast høvdu teir tað øðiliga stuttligt. Einaferð var hann í ferð við at ræna Unibank í Lemvig. Íklæddur víkingaklæðir, træsvør og skjøldur, var biðið um ”alle pengene” – tvey sekund gingu so vóru øll í skelli láturi, ið inni vóru. Slíkar beistagerðir vóru/eru hansara ”speciali”

Kári er best kendur sum ÚF vertur í barnasendingum og Barometrinum. Maðurin sum kann finna uppá mangt og hvat í ÚF, hevur altíð havt áhuga fyri hesum arbeiðinum, og tí er hann komin á røttu hyll. Hvør minnist ikki ”Gísmund” – hann fekk hvørt mansbarn at flenna. Áhugin at framleiða undirhald bleiv styrktur tá Kári var á miðlaskúla í Danmark eftir loknað students útbúgving. Ávíst tilknýtið hevur hann eisini havt við Studio Pegasus.

Eisini gekk hann í sporum faðir síns, tá hann valdi at fara í Læraraskúla. Fyrsta árið gekk hann í Danmark, men so slapp hann  inn í Føroyum har hann eisini gjørdi seg lidnan. Eftir lokna útbúgving fór hann í starv hjá ÚF har hann hevur verið síðani. Tað segist, at hann hevði 10 túrakort við flogfarinum hjá Atlantic Airways tá hann gekk á læraraskúla í Danmark. Mamman skuldi havt keypt tað til hann, tí honum longdist so illa. Hetta bleiv tó ongantíð váttað.

Tær verður ynskt ein góðan føðingardag, við vón um bjarta framtíð.

Heilsan  
Skyldfólk á bygd.