Ein av best kendu klasvíkingunum seinnu árini, Kári Sólstein, fer í dag um tey tríati. Kári er sonur Katrin og Alex Sólstein. Eins og fleiri ungir menn í býnum, vaks Kári upp í umhvørvinum rundan um Helga Laksafoss og reklamuvirkið Foss Prent.
Stórt virksemi var rundan um Kára og hinar í Foss-bandanum. Kanska er tað onkur, sum minnist okkurt av teimum stóru bálunum, sum teir plagdu brenna um ársskiftið. Tað bleiv ongantíð spart uppá brennið. Heilir bátar vóru brendir á báli. Tann eina bátin høvdu teir fingið til láns, men tað lá við, sum treyt, at hann skuldi heintast í myrkri.
Seinni flutti Kári undan Fossum, og oman í Atlantis, har Klaksvíkar Sjónleikarfelag tá húsaðist. Tað stóð skjótt øllum greitt at, Kári var ein sannur úrmælingur tá tað kom til leiklistina. Hetta slerdi hann fæst, í eitt nú leikinum Brøðurnir Leyuhjarta, har hann fekk mangt kvinnuhjarta at titra. Men tað var kanska serliga innan skemtileik, at Kári fekk loyvi at vísa síni sonnu evni. Mangt Norðoyastevnuteitið hevur notið gott av hansara bítandi sarkasmu. Tað er ikki ov nógv sagt at Kári er stuttligasti maður í Klaksvík.
Seinnu árini hevur Kári fingist við útvarpsarbeiði. Fyrst í leiklutinum, sum tann irriterandi Gísmundur, sum oyðilegði einum ávísum sálafrøðingi dagin. Seinni tók Kári við ábyrgdini av øllum barnaútvarpinum, har hann millum skríggjandi børn og stressaðar útvarpsmenn, skipaði fyri »bomm-jaktum«. Her stýrdi Kári hendingum við harðari hond, sum ein annar Mygind í Robinson.
Tað var ikki fyrr enn at útvarpið fór undir tær vældámdu Barometur-sendingarnar, at útvarpsleiðslan fekk eyguni fyri viðføddu evnunum hjá Kára at seta rættar spurningar. Kári er ein reportari av Guds stóru náði.
Umframt stór skapandi evni, er Kári tiltikin lokalpatriotur. Hann er ein klakksvíkingur við minst fýra kum. Og tað er við stórum spenningi, at hann hvønn morgun loggar á heimasíðuna hjá Norðoyatunnlinum, fyri at fáa seinastu uppdateringarnar. Kári kann til eina hvørja tíð siga fólki hvussu langt arbeiði við tunnlinum er komið, við einum marginali uppá +/- 30 centimetrar.
Nú Kári fer um tey 30 verður hann gamal drongur. Hann giftist einaferð, men tað var á filmi, og ummælið av brúdleypinum á hvíta tjaldinum endaði í Ekstrablaðnum, sum hevði lítið gott at bera brúðrini. Kanska hevur tað loypt hvøkk á Kára, so at hann ikki hevur torað at gjørt nakað við giftuna í veruliga lívinum, men tað sigst, at hann hevur fingið fatur á einari havnadámu. Spurningurin er so bara, um hjartað liggur í Havn ella í Klaksvík. Svarið skuldi verið rættiliga einfalt!
Vit vilja ynskja Kára hjartaliga tillukku við teimum fyrstu tredivu og góðan byr frammyvir.




