Matvøruhandilin NETTO kundi í mai mánaða í ár halda sín 100 ára stovningardag.
Tað var Ole Frederik Joensen, ella Óli í Skúla nevndur, sum byrjaðið handilin í 1904.
Sama ár sum Óli í skúla byrjaði handilin var hann eisini við at seta á stovn Klaksvíkar Ítróttarfelag, saman við beiggja sínum Urbanus Joensen og Jógvan Waagstein.
Seinni tóku synirnir hjá Óla í Skúla, Sigurd og Clement, yvir handilin og eftir teir hevur Álvur Klakk, sonur Sigurd rikið handilin.
Hetta er elsti handilin í Klaksvik, sum hevur verið í somu familju í meira enn 100 ár.
Netto – Royndur og drúgvur lágpríshandil….




