Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar – stórsigur í Sandávági

Oliver Joensen

Tað sær út til, at tað framhaldandi bert er talan um tvey lið í bestu kvinnudeildini í fótbólti, nevniliga B36 og KÍ. Ídag vóru KÍ-kvinnurnar í Sandávági.

Hóast tað ikki kann sigast at tað var stormur í Sandávági í dag, so var rættuliga fitt av vindi, tá dómarin bríkslaði dstin at byrja kl. 14 ídag.
KÍ skuldi spæla ímóti vindinum í fyrra hálvleiki og tað sást skilliga at hetta nervaði tær. Heilir 34 minuttir gingu til tær fingu hol á og tá KÍ var komið uppá 2-0 í fyrra hálvleiki, eydnaðist tað FSV at minka um munin til 2-1 við einum góðum langskoti, sum málmaðurin hjá KÍ ikki rakk upp til.
Men í seinna hálvleiki lótu KÍ kvinnurnar ongan iva vera um hvat av liðunum var tað betra og málini rapaðu inn hjá FSV. Úrslitið talar fyri seg sjálvt, tí endaliga støðan gjørdist 1-11 til klaksvíkskvinnurnar.
Málini skoraðu: Rannvá 4, Malena Josephsen 2, Mariann 2, Bára 1, Maria 1 og Poula 1. Málið hjá FSV setti Heidi Maria Akselsen í netið.

Harleyfacadeacryl