Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áheitan á borgarstjóran

Oliver Joensen

Fyri nøkrum árum síðan bleiv hundurin hjá mær upptikin av hundafangara.

Eg var úti og leitaði eftir hundinum í tríggjar, fýra tímar. Eg visti ikki hvar hundurin var. Einki var uppsligið hjá Jens Klæmint sum tað annars eigur at verða.
Hundurin hevði hundamerki og álíkavæl bleiv ikki hugt eftir hesum, ei heldur var eg fráboðar.
Tað stóð baði telefon nummar við hús og fartelefon nummar á merkinum, men álíkavæl frætti eg einki.
Eg fann sum sagt ongan hund.
Eg fór sjálvur niðan í hundahúsið uppi á Fossum í stórkavanum og kuldanum.
At enda kom niðan og bankaði uppá  og rópti navnið á hundinum og tá hann svaraði aftur tók eg telefonina og ringdi til politi.
Eg fekk bara upplýst eitt telefon nummar hjá hundafangaranum og ringdi eg síðani til hann og noyddis síðani á politistøðina at gjalda útloysingina.
Tá eg so at enda slapp inn í húsið sá eg at tað stóð ein skitin vatnskál framman fyri hundinum og ísandi kalt inni.
Hundirin ristist sum eitt bókablað so tað er undir allan kritikk at eingin hiti er í hundahúsinum á hávetri.
Mín áheitan er at fáa hundafangararnir  at gera eitt stað í býnum har sum lýst verður við hvar hundarnir eru sum verða fangaðir
Eitt nú vindeygað í hølunum hjá Keypsamtøkuni á N.P.gøtu.

Vánaligir hundafangarar
At taka teir tamastu hundararnir í býnum enn tá í grannalagnum har teir búgva er sera vánaligt tá teir ikki tora í holt við teir stóru hundarnir.
Eisini liggja teir eftir at fanga teir somu hundarnir ferð eftir ferð.
Eisini skjóta teir hundarnir glatt vekk og boða ongum frá hvar hundarnir eru ella at teir eru tikinir.
Borgarstjórin má gera okkurt við hundafangara-óskilið.
Annars má eg verða fyrsti føroyingurin sum hevur sitið í fongsil fyri ein hund.
Eg vildi bert gjalda 500 krónur fyri at fáa hundin út aftur úr fangahúsinum men vildi ikki gjalda bótina, tí hundurin var í ringum skørum tá eg fekk hann aftur.
Eg endaði í fongsli. Hálvan annan tíma í brummuni í Klaksvík og síðani ein heila nátt í gjeglinum í Havn.
Nú má óskilið haldað uppat.
Hetta er tó eingin hóttan til nakran men bert ein áheitan.

A. S 
 

Harleyfacadeacryl