William West og sílaveiðuhandilin Dy-Nema á Áarvegnum í Havn, hava skipa fyri skeiði fyri sílaveiðfólk sunnudagin.
Skeiðið, sum fyriskipað verður, er fyri fólk, ið hava hug at royna seg við flugutráðuni. Tíðindaskrivið, sum fyrireikararnir hava sent út er soljóðandi:
Skeið í kasting við einhondsflugutráðu
Stað:
Leynarvatn
Tann:
Sunnudagin 12. september
Klokkan:
Kl. 13:00 til umleið kl. 18:00
Neyðug útgerð:
Einhonds flugutráða. (kann evt. lænast á staðnum frá Dy-Nema)
Kostnaður:
Kr. 300,- fyri limir í Føroya Sílaveiðufelag
Kr. 400,- fyri IKKI limir í Føroya Sílaveiðufelag
Fortreytir:
Ongar
Byrjan:
Vit møtast við betongbrúnna á Leynavatni sunnudagin kl. 12.30.
Bindandi tilmelding innan fríggjadagin 9. september 2004 kl. 17:00 hjá Dy-Nema, Áarvegur 14, tlf. 311710 ella 211710.
Leiðbeinari (Instruktør) er Arnstein Friberg úr Noregi
Skeiðið er ætla nýbegynnarum og teimum nakað vandu. Tað krevjast ongar fortreytir fyri at luttaka á skeiðnum, hetta tí at byrja verður við teimum heilt grundleggjandi teknikkunum. Á skeiðnum verður serligur dentur lagdur á tínar rørslur og á hvussu tú kanst arbeiða víðari við at menna tínar kastiførleikar. Út yvir grundleggjandi teknikkir, verður ein røð av vanligum kastum gjøgnumgingin, sum t.d. yvurhondskast, speykast v.m.
Í mesta lagi 10 luttakarar.
Hugnaløta
Aftaná verður skipað fyri hugnaløtu á Hafnia, har prátað verður um leyst og fast umframt at vit fáa eitthvørt til matnað. Til ber eisini at tekna seg til hesa hugnaløtuna. Kostnaður 100,- kr.




