Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fransar fingu tað teir komu eftir

John William Joensen

Men valla eru teir nøgdir við sítt egna spæl og hinvegin má sigast at føroyska landsliðið gjørdi eitt megnaravrik.

Í dystinum mikukvøldið ímillum Føroyar og Frakland, var ilt at fáa eyga á gjógvuna ímillum dýrastu fótbóltsleikararnar í heiminum og so okkara heimligu amatørar.
Føroyingarnir byrjaðu dystin væl og sum tíðin leið út á fyrra hálvleik byrjaðu vit meira og meira at trúgva uppá sensatiónina, hóast ein alla tíðina sat og bíðaði eftir at fransar rættuliga fóru at spæla við okkum sum kettan við músina. Men tað komu teir ongantíð til.
Vit høvdu møguleikar í fyrra hálvleiki, men sum so mangan fyrr, so vóru vit ov óneyvir ímeðan franskmenn fingu eitt heppið mál.

Gott avrik
Stuttligt var at síggja okkara landslið rættuliga spæla fótbólt og tó at megna at byrgja uppfyri skjótu og tekniskt góðu franskmonnunum. Føroyingarnir høvdu fleiri góð álop, sum tó restaðu tað allar seinasta, sum skuldi geva mál, her verður hugsað um tær seinastu avleveringarnar, ella seinasta skotið móti franska málinum. Tað var sum um vit ikki rættuliga trúðu uppá møguleikan har frammi, hóast væl gekkst í aftastu ketuni og á miðjuni hjá føroyingunum.
Hóast fransar fingu ein týðandi mann, nevniliga Viera, liðskiparan útvístan tíðliga í seinna hálvleiki, so megnaðu teir at fáa eitt mál afturat, bert við 10 monnum.
Hóast vit hava lindi til at halda, at hetta megnaðu teir, orsakað av at teir eru so nógva ferðir betri fótbóltsleikarar enn okkara menn, so kann ein ikki lata vera við at minnast tær mongu ferðirnar at eitt lið hevur megnað rættuliga at leikt seg upp júst tá liðið hevur mist ein mann, so hetta er ikki nakað eindømi, hvørki í amatørfótbólti ella í professionellum fótbóltið.
Sigast má, at avrikið hjá landsliðnum var sera gott. Eitt 2-0 tap ímóti einum av heimsins bestu fótbóltstjóðum, tá ein harafturat situr og harmast at tað ikki eydnaðist okkum at skorað uppá okkara málmøguleikar, má sigast at vera eitt framúr avrik.

Sveisdysturin
Dysturin mikukvøldi var ein heilt annar enn katastrofudysturin í Basel, hetta hóast liðið var lítið broytt, tí kann ein ikki lata vera við at hugsa, at venjararnir fullkomuliga hava mett skeivt um sveisiska liðið tá. Úrslitið av tí dystinum líktist nógv fyribrigdinum kring dystin hjá KÍ í Eysturríki á sinni, tá KÍ fekk ein rættuligan lúsing hóast góðar vónir um tað beint øvugta.
Samanumtikið kunnu vit fegnast um, at okkara landslið hevur endurreist virðingina fyri føroyskum fótbólti og tí vit megna í altjóða høpi, bert vit eru nóg umhugsnir og varnir.