Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað regnar av grimd í Klaksvík

John William Joensen

Í nátt og í morgun er sera nógv avfall komið niður í Klaksvík og áirnar standa í løtuni til at fara um áarbakkarnar.

Menn frá kommununi eru úti um allan býin og hyggja eftir frárenslum og reinsað.
Ymsastaðni eru trupulleikar. Niðan Horn var nógv smágrót og eyrur skolaður út á vegin og úti í grøvini var áin komin upp undir brúnna.
– Sum støðan er í løtuni er nokk eingin vandi fyri Grøvini, men tað skal ikki nógv vatn til afturat fyrr enn vit fáa trupulleikar, sigur býargartnarin, Hans Hjalti Skaale, sum saman við monnum sínum vóru niðri í Grøvini.