Vit hava fingið sendandi hesa myndina tikin ídag av Brimli á Longu linju í Keypmannahavn.
Sagt verður at 8 sjómansskúlanæmingar eru við skipinum. Hetta er ein liður í útbúgving teirra at sigla í farvatni við nógvari ferðslu. Í gjár var millum annað siglt nakrar ferðir undir Stórabeltsbrúnni.




