Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Var tað tí landsstýrismaðurin ikki var úr Havn

John William Joensen

Landsstýrismála-nevndin hevur víst ákærunum aftur um Jógvan við Keldu, sum Høgni Hoydal formaður tjóðveldisfloksins og Heðin Mortensen, formaður ÍSF’s høvdu lagt fyri nevndina.

Fyri hálvum øðrum mánaða síðani vitsti høvuðsstaðarpressan at siga, at Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum, hevði ávikavist sagt ósatt fyri løgtinginum og at innlendismálaráðið varð ákært fyri at seinka ella "skunda sær spakuliga" í samband við útlendingamál.
Fyrra kæran var frá Høgna Hoydal, formanni tjóðveldisfloksins, meðan seinna kæran var frá Heðini Mortensen, formanni í ÍSF.
Í brævi frá Landsstýrismálanevndini, sum er at finna inni á heimasíðuni hjá Løgtinginum, hava hesir báðir fingið at vita, at nevndin hevur víst málinum frá sær.
Tað vísir seg nevniliga, at hvørgin ákæran hevur botn í veruleika og má tað tí sigast at vera grovar ákærur á ein landsstýrismann uttan nakað hald í veruleikanum.
Tað, sum kanska kann tykjast meira løgi fyri okkum norðoyingum er, at høvuðsstaðarpressan, sum gjørdi so nógv burturúr at landsstýrismaðurin varð ákærdur, hevur ligið í deyðatøgn, síðani tað kom alment fram frá Landsstýrismálanevndini at hon onki gjørdi við málið, tí onki hald var í ákærunum.
Tí kundi spurningurin verið nærliggjandi, er hetta tí at landsstýrismaðurin ikki er í Havn, ella kanska skal leitast eftir politiskum orsøkum.
Tó skal sigast at Útvarp Føroya nevndi málið í stuttum í eini fríggjakvøldssending, sum fá lurta eftir.