Atlantis hevur nú sera framkomna Dolby Digital Surround ljóð útgerð sum ein hvør annar framkomin biografur
Í vikuni var serfrøðingur úr Danmark og installeraði nýggju surround útgerðina.
Hósdagin vóru vit inn á gólvið í Atlantis og royndu nýggja biografin, og vit skulu heilsað og siga at stórur munur er á baði ljóð og myndagóðskuni.
– Vit hava skift ljósperuna í films-framsýnaranum út við eina sum hevur tvífalt so nógva styrki sum tann í var áðrenn. Hetta hevur givið okkum eitt munandi betri og skarpari mynd og harafturat er øll ljóðútgerðin nýggj, greiðir leiðarin í Atlantis, Høgni Klakkstein, frá.
Hann sigur at tað er trupult at samanbera við gomlu útgerðina, tí styrkin og kvaliteturin er so nógvaferðir betri við nýggju útgerðini.
Meiri um Atlantis seinri.




