Leygardagin 25 september skipar Mjølnir fyri eini firmakapping í
flogbólti, har virkir, stovnar, handlar v.m fara at kappast.
Seinasta ár var tað PF Kryvjing, sum vann finaluna ímóti Klaksvíkar Timburhandli, í eini sera spennamdi finalu.
Seinasta ár bleiv leikt í fimleikarahøllini, men tað var onkur fyritøka sum helt at tað var í so trongligt at spæla har, so fyri at gerða umstøðurnar so góðar sum gjørligt, hava vit valt at hava kappingina í kí-høllini í ár.
Tað verða spælarar frá Mjølni, sum koma at taka sær av øllum tí praktiska, í hoyrir kappingini til, t.v.s døming, skriving o.ø.
Kappingin er fyri bæði kvinnur og menn, treytirnar fyri at luttaka eru, at minst eitt konufólk er á liðnum, og at í mesta lagið ein spælari sum leikti í bestu deildini seinasta kappingarár er á liðnum.
Luttøku gjaldið er 2000 kr fyri hvørt liði, og fer allur peningurin óskerdur til rakstur av felagnum. Mjølnir hevur eitt størt ungdómsarbeiði, og tað skal nógvur peningur til, fyri at meldað liðini til tær ymisku kappingarnar.
Tríggjar tær bestu fyritøkunum fáa heiðurmerkið, og er seinasta freist at boða frá luttøku týsdagin 21 september.
Boðast kann fra luttøku á TLF. 223463 ( Eyðbjørn Andreasen) og 216602 ( Marjun Kalsø)




