Todi Jónsson hevur á heimasíðu sínari www.todi.fo eina heilsu til piltarnar hjá KÍ sum í vikuni gjørdust Føroyameistarar
Niðanfyri endurgeva við heilsanina frá Toda sum er løgd út á heimasíðuna tann 20/9-2004.
Tillukku til piltarnar
Nú er eitt sindur síðani, at eg skrivaði. Hjá mær gongur tað, sum tað kann roknast við. Tað gongur spakuliga rætta vegin, men vegurin er langur. Tað er eingin møguleiki fyri, at eg um gott og væl tvær vikur verði klárur at spæla á landsliðnum.
Hjá FCK gongur tað ikki væl. Tað harmar meg. Sjálvandi hevði eg viljað havt hug til at hjálpt til, nú tað ikki gongst so væl. Tað er eingin mirakul kurur móti sovornum. Tað einasta er at venja og venja og so vóna, at tað fer at gleppa.
Eg ynski piltunum hjá KÍ tillukku við føroyameistaraskapinum. Tað er stuttligt at lesa, at tað gekk so væl í ár. Hjá mær vekir hetta gomul minni. Akkurát í ár eru tað 20 ár síðani, at vit vóru meistarar í piltadeildini. Eg síggi í Sosialinum, at Eyðun Klakstein sigur, at piltaliðið ongantíð hevur verið meistari síðani tá. Vit høvdu sera góðan felagsskap á piltaliðnum og í øllum ungdómsárunum uppeftir, og vit vunnu eisini meistaraheitir í eitt sindur eldri deildum.
Vónandi fara hesir piltarnir at vera hugagóðir. Fyri teir og allar aðrar dreingir, sum droyma um at gera karrieru sum fótbóltsspælarar, er tað galdandi, at teir mugu taka fótbóltin í stórum álvara. Venjingarnar mugu passast, og tað er neyðugt at arbeiða undir venjingunum. Tað er eisini neyðugt við hvíld og at eta rætta matin. Eg rokni við, at hetta er nakað, sum venjarnir vita nógv um, og eg vil mæla til, at tit dreingir lurta eftir skilagóðum ráðum um sovorðið.
Eisini ynski eg øllum øðrum dreingjum og gentum í Føroyum, sum hava vunnið meistaraheitir hesar seinastu dagarnar, hjartaliga tillukku.
Vit hoyrast!
Todi Jónsson




