sigur formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, í viðmerking til tíðindini um at Jákup Mikkelsen ikki longur verður partur av Klaksvíkar Ítróttarfelag
– Eg kann bara staðfesta at flest allir útbúgvingarstovnar í Føroyum eru í Tórshavn, og at teir eru ein tíðandi partur í kappingini um føroyskar fótbóltsleikarar.
– Harafturat kann eg bert staðfesta at B36 eigur meiri pening enn KÍ, sigur Gestur Hovgaard.
Keddur um støðuna
Spurdur um tað er nøkur ósemja millum KÍ og landsliðsmálverjan, sigur Gestur Hovgaard, at so er ikki.
-Allir skilnaður er tungur og hesin er einki undantak, men vit skiljast í semju, hóast eg má siga sum er, at eg eri sera keddur um hetta, sigur KÍ formaðurin.




