Fríggjadagin 24. september rundaði Norðoya Sparikassi tey 85 og sama dag fór nýggja uppsparingin – 1’arin – av bakkastokki.
Og móttøkan hevur verið góð higartil. Nógv hava víst 1’aranum áhuga og stovnað nýggju kontuna.
1’arin er ein øðrvísi uppsparing. Tú kanst t.d. altíð taka út av 1’aranum, men til ber bara at seta inn í tíðarskeiðinum 24. september til 24. oktober. Eftir hetta ber ikki til at seta meiri inn á kontuna á hesum sinni, men sum nevnt ber altíð til at taka peningin út aftur.
Norðoya Sparikassa bjóðar landsins hægstu rentu
Rentan er heili 3,5% og Norðoya Sparikassi tryggjar somu høgu rentu í eitt ár. Rentan verður tilskrivað á stovningardegi sparikassans, fyrstu ferð hin 24. september 2005 eins og rentustøðið verður endurskoðað eina ferð um árið, somuleiðis fyrstu ferð 24. september 2005. Miðað verður eftir altíð at hava eina høga rentu á 1’aranum.
Til samanbering er rentan á 12 mánaðar uppsøgn 1,75%.
Við 1’aranum kann sparast upp til hvat tað skal vera, tað veri seg bústað, bil, frítíðarferð, teldu ella okkurt heilt annað.
Upp til 85.000 kr. kunnu setast inn á 1’aran.




