– Eg bleiv uppringdur seint í gjárakvøldi av einum starvsnevndarlimi, sum greiddi mær frá, at eg fór at vera sagdur úr starvið. Grundgevingin var at Norðoya Sparikassi hevði smekka lokið í og at leiðlan nú var í ferð við at rudda upp.
Annfinnur Danielsen var fyrsti ungdómsvenjarin sum fekk fulltíðarstarv í føroyskum felag.
Í 1996 lýsti KÍ eftir ungdómsvenjara og í lýsingini stóð m.a. at ungdómsvenjarin hevur høvuðsábyrgd av venjingini frá yngsta árgangi til dreingjadeildina.
Ungdómsvenjarin skal eisini útarbeiða eina fótbóltsmenningarætlan og skal hava fastan bústað í Klaksvík.
Umframt at lýsa í bløðunum, leitaði leiðslan í felagnum eftir møguligum evnum, og Fótbóltssambandi vísti til Anfinn, sum tá arbeiddi nógv við ungdómslandsliðnum og harafturat hevði verið venjari í B36 í nógv ár.
Hann byrjaði í starvinum 1. januar 1997 og hevur síðani verið í fulltíðarstarvið. Í hesi sjey árini hevur hann m.a. skipað fyri regluligum skeiðum fyri venjarar og í dag hava næstan allir venjararnir hjá KÍ útbúgving.
7 góð ár
Annfinn Danielsen, sum er 44 ára gamal, sigur at tað var ein skelkur fyri hann at fáa boðini í gjár, tí tað hevur verið sera áhugavert og mennandi at virkað í KÍ.
– Tá eg fór norður til Klaksvíkar var tað onkur, sum spurdi meg hvat eg ætlaði í Klaksvík, tí har vóru eingir venjarar, og rætt hevði hann í tí. Tá eg kom norður var tað greitt at tað fyrst og fremst vóru ungdómar sum tóku sær av ungdómsarbeiðinum í felagunum og tí var beinanvegin farið til verka. Tað fyrstu tíðina var tað eisini sera tungt tí ein skuldi venja nógv lið og harafturat takað sær av fleiri uppgávum.
– Tað hevur verið sera gott at arbeiða í Klaksvík, tí fólkið ein hevur havt afturat sær hevur verið sera dugnaligt og eg haldi at vit í KÍ kunnu vera stolt av venjarahópinum, sum felagið eigur í dag.
– Skal eg siga sum er, so haldi eg eisini at tilfeingið, sum KÍ eigur í ungum góðum fótbóltsleikarum er munandi størri enn tað hjá baði HB og B36, so tað sær gott út fyri framman hjá KÍ, um rætt verður atborið.
Finna sær okkurt annað
Annfinnur Danielsen, sigur at hann ætlar sær framhaldandi at fáast við fótbólt.
– Eg veit ikki hvat stendur fyri framman, men eg má so hyggja mær eftir onkrum øðrum og vónandi verður tað okkurt, sum hevur við fótbólt at gera.




