Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit mugu síggja veruleikan í eyguni

John William Joensen

KÍ venjarin ger greitt at skulu vit vera við har tað er stuttligt, so er neyðugt at vísa tolsemið og at gera eitt miðvíst arbeiði.

Úrslitini hjá KÍ hava langt frá verið nøktandi í ár og standa als ikki mát við teir forvantningar sum Klaksvíkingar altíð hava til KÍ.
Seinasta skotið fyri bógvin kom í vikuni tá tíðindini bórust um at landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, hevur avgjørt at takka fyri seg og komandi tvey árini spæla fyri høvðusstaðarfelagið B36.

Tering fyri nering
– Eg skilið væl at viðhaldsfólkið hjá einum so stoltum og søguríkum felag sum KÍ seta stór krøv til felagið, men samstundis mugu fólk eisini síggja veruleikan í eyguni, og hyggja vit eftir 1.deildarhópinum sum vit hava havt í ár, so er greitt at hann ikki stendur mát við krøvini um gullkrónur.
– Hvat vit kundu hugsað okkum, er ikki nakað sum vit kunnu brúka til nakað sum helst.
– Vit mugu fyrst og fremst syrgja fyri at okkara egnu leikarar vera verandi í felagnum og tøkir til komandi kappingarár. Her hugsið eg serliga um teir mongu ungu leikararnar sum í ár hava lukta til 1. og 2. deild. Teir hava gjørt sær royndir í ár og eg ivist ikki í at teir vera enn betur komandi ár.
– Eisini haldi eg at vit eiga eldri leikarar sum hava givið felagnum nógv og sum í ár hava verið hornasteinar á liðnum. Tað er umráðandi at teir eisini hava umstøður at halda fram, tí felagið tolir ikki at teir allir gevast í senn.
– Taka við hópin sum vit hava havt í ár, so havi eg fleiri ferðir sagt at hann ikki er nóg breiður til at vera ein hóttan fyri fremstu feløgini.
– Hyggja vit eftir hvør hevur sitið á beinkinum, so eru tað fyrst og fremst sera ungir leikarar. Teir eru allir  evnaríkir, men tá ein er 16-18 ára gamal er tað greitt at allir ikki eru búnir til at vera fremstir á 1. liði
– Sum sagt so er umráðandi at vit ikki seta okkum krøv, sum einki hava við veruleikan at gera. Ein kann jú ikki keypa sær ein fólkavogn og so halda at ein kann vinna formul 1 kappingina.

Vit mugu fáa frið at arbeiða
KÍ venjarin sigur at ein trupuleiki hjá KÍ hevur verið at felagið hevur mist sera nógvar leikarar.
– Hjalgrím Elttør, sum var toppskjútti í fjør, fór til Danmarkar. Allan Joensen, sum eisini var ein týðandi leikari hjá KÍ í fjør hevur als ikki kunnað spælt í ár orðsaka av skaða, men vónandi verður hann við aftur komandi ár. Alexandar, sleit hælsinuna í vetur og ivi er um hann verður tøkur aftur. Fríðin Ziskason, var ongantíð skaðafríur, men vit vóna eisini at hann verður tøkur komandi ár. Harley Bertholdsen er givin, David Bertholdsen, sum eg eisini hevði stórar vónir til, fór burtur. Somuleiðis Oddmar á Lakjuni og John Havn. Jón Jacobsen, Jákup Hansen og Steffan Kalsø góðust eisini og harafturat mistu vit Stig Edvin.
– Ovi Nysted, sum er ein av bestu leikarunum hjá KÍ og kandidatur til landsliðið var jú ikki tøkur hjá okkum næstan alla fyrru hálvu.
– Eg kundi eisini nevnt aðrar leikarar men eg vil bara vísa á at hópurin hjá okkum í ár hevur verið alt ov smælur.
– Nógvir av ungu leikarunum sum hava verið á 1.deild í ár hava góð evni, men teir skulu eisini hava eina tilvenjing og tað hava vit ikki havt tíð til, men hava verið noyddir til at tveitt teir inn í dystir.

Náddu botnin á Eiði
Eftir at KÍ tapti dystin á Mølini móti EB/Streymi lendi KÍ á 8. plássinum og rakti samstundis botnin. Eftir tann dystin regnaði kritikkurin oman yvir KÍ og serliga venjarin stóð fyri skotum eisini frá fólkum í leiðsluni hjá felagnum, men venjarin vísir kritikkin frá sær og sigur at hugt eigur at verða eftir hvussu umstøðurnar vóru til tann dystin.
– Vit hava havt alt ov nógvar javnleiki í ár. Tað er sjálvandi ein styrki at vit ikki tapa dystir, men hinvegin hava vit ikki megnað at vunnið og tí eru vit har sum vit eru á stigatalvuni.
– Um vit hyggja eftir dystinum á Mølini, so eiga vit at minnast til at vit í ár ikki hava havt røttu breiddina og tá vit fóru til Eiðis var tað eitt KÍ lið sum noyddist at vera leikarar sum Jákup Mikkelsen, Atla Danielsen og Ova Nysted  fyri uttan. Vit taptu eisini 4-0 og eg skiljið at viðhaldsfólk eru misnøgd, men eg fari tó samstundis at heita á tey um ikki at tosað sum um vit eru meistara kandidatar, tí tað vóru vit ongantíð í ár.
– Tá hópurin er so smælur sum okkara, so er tað sera neyðugt at allir menn eru tøkir, og tað mugu vit bara staðfesta at tað vóru teir ikki til dystin á Eiði.
– Hinvegin so kunnu vit samstundis staðfesta at tá allir eru tøkir so gongur betri, og tað sóu vit í dystunum móti GÍ, NSÍ, SKÁLA og HB.

Tríggjar leikarar afturat
– Tí er tað eisini at eg sigið at um vit fáa ein verjuleikara, ein miðvallara og ein áleypara afturat til felagið, so verða vit munandi sterkari, og tá kunnu vit samstundis sikta hægri.
– Eg havi eisini verið kritiseraður fyri at hava brúkt alt ov feskar leikarar, men tað havi eg eisini verið noyddur til. Men samstundis so veit eg eisini at vit mugu vísa teimum tol og lata teir gera feilir. Teir skulu jú venjast upp og eg ivist ikki í at árið hevur verið sera læruríkt fyri nógvar av okkara ungu leikarum.
– Eg arbeiðið fram ímóti at KÍ hevur ein hóp við 20 leikarum og trimum málverjum.

Generatiónsskifti
Spurdur um teir eldru eru á veg út, sigur venjarin at hetta gongur sína gongd.
– Eg fokuseri nógv upp á at fáa eitt lið at hanga saman, sum hevur eina góða blanding av eldri og yngri leikarum.
– Tað verður ein náttúrlig frágongd av eldri leikarum, men tað er neyðugt at teir eldur ikki gevast í senn, tí so fáa teir yngur sera trupult við at fóta sær.
– Eisin havi eg verið kritiseraður fyri handfaringina av 2. liði sum nú liggur til niðurflyting.
– Eg kann bara vísa á at eg fyri tíð síðan minkaði talið á eykaleikarum á 1.liðshópinum, júst fyri at stuðla 2.liði og tað gjørdi eg tí eg meti tað hava stóran týdning at vit hava framhaldandi umboðan í 2. deild.
– KÍ stendur fyri nógvum broytingum, bæði ítróttarliga og í sjálvum leiðslu bygnaðinum, og tá hesar broytingar eru framdar, so vanti eg eisini at KÍ fer at liva upp til stoltu traditiónirnar sum felagið er kent fyri.
– Men hetta krevur miðvíst arbeiði, og hetta arbeiði fari eg saman við øðrum hugagóður undir.