Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

2.lið væl á veg í 3.deild

John William Joensen

Í kvøld tapti 2.lið hjá KÍ heili 4-0 í fyrra upp/niðurflytingardystinum millum føðingardagsfeløgini, KÌ og HB.

Tað hevur annars verið siðvenja at liðini, sum eru í hægru deildunum vinna upp/niðurflytingardystirnar, men eitt nú flutti Skála upp í 1. deild, tá teir vunnu stórsigur á B71.
Liðini baði HB og KÍ, líkjast annars nógv, tí tey hava hvør sína blanding av eldri og yngri leikarum.
Undan dystinum var KÍ favorittur, men havast skal í huga, at tað var júst KÍ, sum sendi HB niður í 3.deild í fjør, og tí høvdu havnamenn nakað at hevnað og teir vístu seg eisini at vera meiri tendraðir.
Tað gekk tó javnt á til HB far eina forering frá KÍ.
Bólturin verður mistur á miðvøllinum, verður síðani stungin inn um KÍ verjuna, og sendur hart inn fyri úr vinstru síðu. Ein KÍ verjuleikari roynir at sparka bóltin burtur, men ístaðin verður tað ein heilfluktara í egið mál. 1-0 til HB.
Hetta helt sær til hálvleiks, og hóast KÍ hevði nógv bóltin, so var HB alla tíðina meiri vandamiki.
Seinri hálvleikur var bert eina løtu gamal tá áleypari hjá KÍ, sendur bóltin til ein reyðan, og hesin sendir eina langa avlevering fram á vøllin. Eingin vandi tykist verða á ferð tá Herman Mortensen velur at elta kí verjuleikara, men verjuleikarin rakar ikki bóltin tá hann skal avlevera og so er Herman skjótur og avgjørdur, lyftur bóltin upp um KÍ málverjan og í málið til 2-0.
Hetta kom sum ein skelkur fyri KÍ liðið og nú fór alt í grús.
Hóast broytingar vera framdar á KÍ liðinum er tað HB, sum aftur skorar.
Hornaspark er í vinstru síðu, bólurin kemur væl inn fyri og dettur til Roy Poulsen, sum fluktar bóltin eftir jørð uttast við aftarustong og so er 3-0 til HB.
KÍ roynir at trýsta seg til eitt mál, men hóast nógv spæl á miðvøllinum so er álopið púra tannlest og í staðin sleppa havnamenn at tryggja sær luttøku í 2.deild komandi ár.
Innkast er i vinstru síðu, alt sær vandaleyst út, bráddliga verður bólturin sendur inn fyri. Verjuleikari fer skeivur av bóltinum, sum endar hjá Gunnar Mohr, ið av gomlum vana prikar bóltin í netið uttan nakran møguleika hjá málverjanum at verja fyri.
KÍ hevði ikki ein upplagdan málmøguleika allar 90 minuttirnar.
Stuttligt var tó at síggja hvussu tekniskt góðir Marek og Kristian á Lakjuni eru á míðvøllum, og tað nærmasta KÍ kom einum mál var júst við langskotum frá Marek og Kristiani.
 
Næsti dysturin um tvær vikur.
Returdysturin, sum leikast skal í Gundadali, verður tann 16. oktober, og tá skal KÍ skora fimm ferðir, fyri at bjargað luttøkuni í 2.deild, sum KÍ hevur havt síðan 1991.
Alt kann henda, men vit mugu ásannað at ongantíð áður hevur sæð so svárt út hjá KÍ, men livst so spyrst.