Tað var ikki tann stóra mótstøða, sum Stjørnan fekk í sínum fyrsta dysti á útivølli ímóti VÍF. 28-16 til Stjørnuna var endaliga úrslitið.
Stjørnan legði hart út og kom beinanvegin framum 4-1, síðani togaði VÍF seg upp á støðuna 4-5 og tá støðan síðani gjørdist 4-7, gjørdi Stjørnan ein vørr og økti framhaldandi í fyrra hálvleiki til hálvleiksstøðuna 10-17 til Stjørnuna.
Uppleggið hjá Stjørnuni var offensiv verja og kontraálop og tað megnaði VÍF ongantíð at gera nakað við.
Í seinna hálvleiki helt Stjørnan áfram har hon hevði slept í fyrra hálvleiki, soleiðis at VÍF fekk bert 6 mál í seinna hálvleiki ímeðan Stjørnan fekk 11.
Louisa Andreasen, sum bert er 15 ára gomul, kom inn til teir seinastu 20 minuttirnar, og tað eydnaðist hesum unga talentinum at skorða tvey mál.
Dysturin endaði sum sagt við stórsigri til Stjørnuna, 28-16.
Málskjúttar hjá Stjørnuni vóru: Alina 10, Beinta 5 Joan 4, Katharina 4, Anna Kristina 3 og Louisa 2.
Eftir úrslitunum at døma í hesum 1. umfarinum, so vera tað helst Søljan, Neistin, VB og Stjørnan, sum fara at gera um seg í hesum kappingarárinum, men sjálvandi, broytingar fara ivaleyst at koma eisini.




