Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur Hans Joensen, valevni fólkafloksins, skrivar: Miðbýurin

John William Joensen

Fyri nøkrum árum síðani kom Klaksvíkar kommuna við einari miðbýarætlan. Nógv gjørdu gjøldur burturúr hesi ætlan.

Flent varð at, at ein ostaklokka skuldi standa mitt í býnum og Klaksvíkin skuldi fara undir glas. Henda ætlanin er vist nokk slept?
Eyðgunn Samuelsen breggjar sær á heimasíðu sínari, at hon hevur verið við til at stuðla útbyggingum av miðbýnum. Kundi hugsað mær at spurt Eyðgunn, hvørjar útbyggingar eru gjørdar niðri á sandinum, tað einasta, ið er hent niðri á sandinum er, at ein stórur partur av tí gróti, ið kemur úr tunnlinum, er endaður úti á Vánni?
Vágin hevur betur uppiborið enn at vera skrellispannin hjá núverandi býráði. Her nema vit jú eisini við umhvørvispolitikkin hjá núsitandi býráði ella hava vit nakran umhvørvispolitikk?
Tað er í tøkum tíma at býráðsval er fyri framman, so vit kunnu steðga tí meiningsleysu ger, ið oyðileggur vág okkara?
Klaksvíkar Kommuna eigur í stundini at steðga við at koyra meira grót oman á sandin og heldur seta seg niður at gera eina veruliga ætlan fyri miðbýin.
Ynskja borgararnir í hesum býi eitt pláss at seta bingjur, gamlar gravkýr og gamlar rustaðar lastbilar, so skulu vit bara halda fram við at fylla út á vánni. Tað fremur møguliga eisini ferðavinnu í býnum?
Fari at taka táttin hjá Kristiani Magnussen til seinasta løgtingsval uppaftur her: Nú má skil koma í.

Petur Hans Joensen