Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Invatión av smáfuglum

Oliver Joensen

Ídag sást ein flokkur av Reyðstapum uppi á Hædd í Klaksvík. Tað mundu vera einir 40-50 Reyðstapar í flokkinum.

Jens Keld Jensen, fuglafrøðingur úr Nólsoy sigur við Norðlýsið, at invatiónin av Reyðstapa og Prýðisígðu hevur valla verið størri enn í ár og eisini í Hetlandi hava teir boða frá stórari vitjan. Fuglarnir koma helst úr Finlandi ella Ruslandi, tí teir sum koma hendavegin eru størri enn teir í skandinaviu, so tað er ikki hagani teir koma. Helst er tað kuldin eystanfyri og tørvur á mati ið ger at reyðstaparnir fara hendan langa vegin.

Harleyfacadeacryl