Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar dáma væl sjónleik

John William Joensen

Klaksvíkar sjónleikarafelag er enn einaferð farið til verka at seta upp ein stóran sjónleik í Klaksvík.

Vit hava verið í kjallaranum í Atlantis og tosa við formannin í Klaksvíkar sjónleikarafelag Peter J. Eliasen og Adelborg Linklett.
Tey rokaðust óført saman við fleiri øðrum, men góvu sær tó stundir til eitt prát um sjónleik og fyrireikingar til frumframførðsluna 23. oktober.
Vit vildu vita um undirtøkan til sjónleik var stór í Norðoyggjum. Peter sigur, at undirtøkan plagar at vera stór her í Klaksvík, men at tað kemur nógv an uppá hvat fyri leikur tað er.
Tað er eingin loyna at skemtileikir eru best vitjaðir í Klaksvík, leggur Adelborg afturat, tí spæla vit eisini mest av teimum. Tað er eitt sindur harmuligt hóast alt, tí tað eru so nógvir góðir álvarsleikir eisini. Men tað vísir seg at teir hava minni áhuga millum fólkið her í Klaksvík.

Hvussu nógv fólk hyggja í gjøgnumsnit at einum leiki?
Ja, tað er lætt at svara uppá, sigur Peter, tí vit fylgja væl við hvussu nógv leikirnir eru vitjaðir hvørjaferð og í gjøgnumsnit hyggja umleið 1000 – 1200 fólk eftir hvørjum leiki.
Fólk í Klaksvík hava víst ikki heilt varhugan av hvussu nógv arbeið liggur í eini sjónleikauppseting, kannst tú greiða eitt sindur frá um tað.
Vit hava millum 30 og 40 fólk involveraði til hvørja uppseting. Tað skulu fólk til at smíða pall, til at gera kulissur, at seyma klæðir og fólk til at fjálga um, gera kaffi og baka kakur til arbeiðsfólkið og leikarnir. Alt forløbið frá byrjan til frumframførðslu tekur umleið 8-10 vikur, sigur Peter.

Er hetta alt ólønt arbeiði?
Ja, tað er tað. Øll arbeiða uttan løn eisini leikarnir. Klaksvíkar Sjónleikarafelag er eitt áhugafelag. Tað er bert leikstjórin, ið fær løn.

Hvat vænta tit av hesum leiki?
Vit hava góðar vónir. Vit vænta at hesin leikur fer at vera ein av teimum heilt væl vitjaðu.
Hetta ljóðar gott, so øll kunnu vera heilt spent at fara til sjónleik seinni í mánaðinum.
Ja, fólk kunnu gleða seg.
Vit vóru eisini úti í býnum og spurdu ymisk fólk í býnum hvat tey halda um sjónleik sum heild og um tey plaga at leita sær niðan í Atlantis til sjónleik. Flestu søgdu seg hyggja at sjónleiki á hvørjum ári og at tað var ein serlig uppliving at koma í til sjónleik.

Meiken Michaelsen
Hyggur tú at sjónleiki?
Ja, eg hyggji altíð at sjónleiki um eg kann.
Hvat slag av sjónleiki dámar tær best?
Mær dámar best skemtileikir.
Hvat er tað við sjónleiki sum tær dámar?
Tað er avslappandi at sita í salinum og grína. Tað er hugnaligt.
Heldur tú at eitt felag sum Klaksvíkar sjónleikarafelag átti at fingið fastan stuðul til uppsetan av leikum?
Ja, so avgjørt. Skulu vit varveita sjónleikin í Klaksvík, so má stuðul til.

Jógvan Sofus Vilhelmsen
Hyggur tú at sjónleiki?
Ja, um eg hoyri at sjónleikurin er stuttligur.
Hvat slag av sjónleiki dámar tær best?
Eg tími best at hyggja at skemtileikum.
Hvat er tað við sjónleiki sum tær dámar?
Tað er stemningurin í salinum. Hann er lættur og festligur. Tað er ikki tað sama at hyggja at einum filmi á einum løriti, sum at síggja kend fólk upptraðka live.
Heldur tú at eitt felag sum Klaksvíkar sjónleikarafelag átti at fingið fastan stuðul til uppsetan av leikum?
Fáa tey ikki tað? Jú, stuðul haldi eg er neyðugur, tað man vera torført uttan, tí hvør einstakur sjónleikur krevur so mikið nógva orku og tíð, at tað vera ov fáair sjónleikir um árið til at tað kann mala runt í sær sjálvum.

Anna Svøðstein
Hyggur tú at sjónleiki?
Ja, sum oftast.
Hvørjir sjónleikir dámar tær best?
Skemtileikir.
Hvat er tað við sjónleiki sum tær dámar?
Tað er stuttligt at síggja fólk sum man kennir spæla sjónleik live.
Heldur tú at eitt felag sum Klaksvíkar sjónleikarafelag átti at fingið fastan stuðul til uppsetan av leikum?
Ja, so avgjørt, um vit skulu varveita henda partin av mentunarlívið okkara.

Erland Jacobsen
Hyggur tú at sjónleiki?
Ja, ofta síðani eg sjálvur í 1989 var við í "Sildarok." Vit vóru nakrir sum spældu til sangirnar í tí leikinum.
Hvørjir sjónleikir dámar tær best?
Eg vil gjarna síggja skemtileikir. Mær hevur eisini altíð dáma væl Norðoyastevnuteitið.
Hvat er tað við sjónleiki sum tær dámar?
Tað er livandi leikur, sum tú sært í verðuleikanum.
Heldur tú at Klæaksvíkar sjónleikarafelag átti at fingi  stuðul?
Ja, tað haldi eg so avgjørt.

Simona Purkhús
Hyggur tú at sjónleiki?
Ja, tað geri eg. Eg síggji næstan allar sjónleikir Klaksvíkar sjónleikarafelag framførir, eisini teitini.
Hvørjir sjónleikir dámar tær best?
Mær dámar bæði álvarsleikir og skemtileikir.
Hvat er tað við sjónleiki sum tær dámar?
At man hyggur meðan livandi fólk framføra. Tað ger tað serligt. Tú ert í sama rúmi sum leikarnir.
Heldur tú at Klaksvíkar sjónleikarafelag átti at fingi stuðul?
Jú, tað haldi eg, í forhold til so mangt annað sum fær stuðul. Klaksvíkar sjónleikarafelag átti eisini at fingi betri umstøður sum heild.

Annika Vilhelm
Hyggur tú at sjónleiki?
Ja, altíð.
Hvørjir sjónleikir dámar tær best?
Mær dámar best skemtileikir.
Hvat er tað við sjónleiki sum tær dámar?
At fara út og hugna sær og síggja verðuligan sjónleik og ikki film.
Heldur tú at eitt felag sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag átti at fingið fastan stuðul til uppsetan av leikum?
Ja, tað haldi eg tey átti at fingið.

Martin í Toft Simonsen og Leif á Stongunum
Hyggja tit at sjónleiki?
Ja, onkuntíð.
Hvørjir sjónleikir dáma tit best?
Vit dáma best skemtileikir og Teitið
Hvat er tað við sjónleiki sum tykkum dáma?
Tað vita vit ikki. Tað er stuttligt at fara til og man kennir leikarnir.
Halda tit at eitt felag sum Klaksvíkar sjónleikarafelag átti at fingið stuðul?
Ja, tað halda vit, fyri at halda tí at gera sjónleikir uppi og fyri at kunna betra uppsetingar av sjónleiki.

Margret og Steinvør Joensen
Hyggja tit at sjónleiki?
Ja, ofta.
Hvørjir leikir dáma tit at hyggja eftir?
Vit dáma best skemtileikir og Norðoyastevnuteitið
Hvat er serligt við at fara til sjónleik?
At síggja livandi leik á palli og kend fólk sum framføra.
Halda tit at sjónleikur átti at fingið stuðul?
Ja, sjálvandi skal sjónleikur stuðlast, fyri at varveita hann.

Harleyfacadeacryl