Hetta sigur Jógvan Lützen úr minnilutanum í Klaksvíkar Kommunu.
Eg sá í Norðlýsinum seinast, har mynd var tikin av býráðslimunum uttanfyri Hotel Norð á Viðareiði, at yvirskriftin róði uppundir at allir býráðslimir nú samstarva um komandi fíggjarætlanina. Men hetta er als ikki so.
Vit vórðu boðin til ein fund á Hotel Norð, har meirilutin saman við umsitingini í býráðnum legði eina 10 ára ætlan fyri okkum og sum hevur við sær, at tá hesi tíggju árini eru farin, so stendur býráðið eftir við eini skuld uppá 140 milliónir.
Eg kann í hvussu so er ikki taka undir við hesi ætlan, tí hon byggir uppá ein inntøkuvøkstur uppá 2% og samstundis skal skattaprosentið hækkast 1,5%.
Fyri tað fyrsta so er tað ógvuliga bláoygt at rokna við øktum inntøkum av skatti til kommununa, tí longu nú bera tølini boð um minni skattainntøku enn talan hevur verið um frammanundan. Eisini haldi eg, at tað er at halda skattaborgaran fyri gjøldur, tá man í fjør lækkaði skattaprosentið og longu nú skal seta skattaprosentið uppaftur.
Um neyðugt er at seta skattaprosentið upp nú, so eigur býráðið at viðurkenna, at tað var ein feilur at seta prosentið niður.
So illa er húsast í kommununi hesi árini, at kommununi tørvar likividitet og hetta hóast inntøkan hevur verið methøg hesi seinnu árini.
Eg skjeyt upp á fundinum, at vit gjørdu nakrar sparingar, ístaðin fyri at hækka skattaprosentið og lána so ógvusliga, men tað var ikki væl móttikið. Eg ivist onga løtu í at býráðsmeirilutin torir ikki at koma við fíggjarlógini fyri komandi ár fyrr enn valið er av.
Tað er ikki nóg mikið hjá býráðnum at hækka skattaprosentið við 1,5 við ongum sparingum og eg fari sum limur í fíggjarnevndini als ikki at góðtaka eina fíggjarætlan við hægri skattaprosenti og ongum sparingum.
Hóast býráðið ongantíð áður hevur havt so stórar skattainntøkur sum sitandi samgonga, so er likviteturin vánaligur og hartil er skattainntøkan, minnist eg rætt, lækkað við 7% síðani í september.
Sitandi meiriluti hevur húsast sera vánaliga.
Sigast kann kanska, at minnilutin, sum eigur at vera vakthundurin hevur verið heldur enn tigandi. Men minnilutin bleiv sera skerdur tá samgongan bleiv gjørd, tí tveir minnilutalimir blivu keyptir av meirilutanum, annar við umboðan í Sev og hin í IRF, soleiðis at tað blivu bert eg, Erik og Elisabeth, sum myndaðu minnilutan í hesi setuni og tað er klárt, at tríggir av 11 makta ikki nógv, sigur Jógvan Lützen at enda við Norðlýsið.




