– nýggj barnafløga á marknaðin í november.
Um hálvan november kemur nýgg og øðrvísi barnafløga á marknaðin. Talan er um eina musical líknandi fløgu, ið er samansett av eini søgu um føðingardagin hjá Trølla Pætur við nýggju tilhoyrandi nýinnspældum barnasangum.
Allir høvuðspersónarnir, ið børn kenna frá seinastu Trølla Pætur filmunum, syngja og spæla á nýggju fløguni, so sum Trølla Pætur og Omman, Jógvan og Erling, Leikamafian, Kári Handilsmaður og ríkasta trøllið í heiminum Ossi.
Tað eru teir báðir, Niclas Heri Jákupsson og Jógvan Eliasen, ið vit kenna frá fyritøkuni IRIS, ið eiga hugskotið aftanfyri fløguútgávuna. Niclas Heri eigur øll løgini á fløguni, og saman við Jógvan hevur hann eisini skrivað allar tekstir og sjálva søguna á fløguni.
Tað munnu vera fá, ið ikki kenna politisangin Eg eiti Jógvan, – øll kenna meg, ið hevur rungað á føroysku útvarpsrásunum síðani hann kom fram. Nú fer at bera til at ogna sær sangin á fløgu, saman við 9 øðrum nýggjum barnasangum og eini fittari søgu til tey smærru børnini.
Og sum nakað nýtt, so fylgir ein 40 síður Litlegg-bók í A4 stødd við útgávuni, so tey smærru børnini kunnu stytta sær stundir við at leggja lit á Trølla Pætur, Ommuna, Erling & Jógvan, ymisk djór og aðara tekningar. Tekningarnar eru teknaðar av Óla Petersen og Jógvan Eliasen.
Upptøkurnar eru gjørdar á Studio Pegasus í Klaksvík, og útgávan er stuðlað av JFK-Heilsøluni, Kall, BR-Leikum, PM-Heilsøluni og Skipafelagnum Føroyar.
Fløgan og litlegg bókin fæst frá hálvum november, og er eitt frálíkt gávuhugskot til børn. Kostnaðurin verður 199,00 kr. fyri fløgu + teknibók.
IRIS
Postboks 240
FO-700 Klaksvík




