tað er nú greitt at Karstin Joensen skal verja málið hjá KÍ komandi kappingarár.
KÍ arbeiðir í løtuni við at fyrireika komandi kappingarár, og ein partur av hesum arbeið er at gera avtalu við leikarar.
Síðan Jákup Mikkelsen avgjørdi at fara til B36, hevur verið gitt um hvør skuldi verja málið hjá KÍ, og nú er greitt at tað verður Karstin Joensen, sum í fjørð vardi málið hjá ÍF. Samstundis var boða frá at Manni Høgnesen skal vera málmansvenjari komandi ár.




