Eykaaðalfundurin, sum KÍ eftir ætlan skuldi hava í kvøld, um framtíðina hjá KÍ-høllini er útsettur
Í stuttari viðmerking sígur formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, at teir eftir umbøn úr býráðnum hava avgjørt at útseta eykaaðalfundin, sum eftir ætlan skuldi vera í kvøld.
– Eg havi ikki annað at viðmerkja uttan tað, at eg vóni at málið ikki dregur út.




