Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verið góð við okkara fiskivinnu..

John William Joensen

Tá ið eg nú havi sagt ja til at blíva uppstillað til valið, havi eg hugsað um, hvat eg vil virka fyri, um eg nú fái møguleika fyri hesum.

Tann týdningamiklasta vinnan í Føroyum í dag er fiskivinnan.  Og her norðuri eru vit ríkliga  vælsignað, at vit hava hesa vinnugrein. Við fiskiflotanum/ útróðraflotanum skapast aftur fleiri arbeiðspláss. Tí er tað sera umráðandi, at vit eru góð við okkara fiskimenn, vísa teimum stóra virðing  og veita teimum tey bestu korini.  Ein kann siga akkurát, hvat hann vil, men uttan fiskivinnuna, kundu vit stórt sæð tað sama pakka saman.
Nú práta øll um undirsjóvartunnilin, um hvat skal gerast fyri at menna býin, og um at tað er vandi fyri at norðingar fara aðrastaðni t.d. at keypa. Men her skullu vit hugsa minst líka nógv um, at um vit ikki røkja okkara fiskiflota/útróðaflota, ja so er tað so lagað manni hjá teimum eisini at fara aðrastaðni, har teir fáa betri sømdir.
So tað ræður um, at stýrt verður á ein skilagóðan hátt, so øll kunnu nýta gott av tí av nátturðuni givna tilfongi.

Valevni fólkafloksins til Klaksvíkar býráð.
Elsebeth Gunnleygsdóttur Hansen