Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan smurdi Søljuna av

Oliver Joensen

Eitt sindur av spenningi var undan dystinum ímillum Stjørnuna og Søljuna, kanska einamest tí sjónvarpið gjørdi nógv burturúr Søljuni í dystinum ímóti VÍF.

Men Søljan hevði ikki nógv at skula sagt í dystinum leygardagin ímóti Stjørnuni í Klaksvík. Stjørnan byrjaði ógvusliga við fyrst at koma framum við trimum málum áðrenn Søljan fekk skorað og tá íð seks minuttir vórðu leiktir, var støðan 6-2 til Stjørnuna. Fyrri hálvleikur endaði við 17-12 til Stjørnuna. Í byrjanini á seinna hálvleiki sýntist sum um Søljan ætlaði sær at halda fast, men hetta gekk bert eina lítla løtu, og í seinnu helvt av seinna hálvleiki tók Stjørnan sær av løttum og setti fleiri ungar leikarar inn. Endaliga støðan gjørdist ein stórsigur til Stjørnuna við heili 39-22.
Stjørnan liggur ovast á stigatalvuni við 8 stigum ímeðan næstu kappingarneytarnir liggja á 6 stigum.
Týsdagin skal Stjørnan royna seg ímóti Stíf.