Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansifelagið hátíðarhelt 50 ára stovningardagin

Oliver Joensen

Leygarkvøldið var Skálin skrýddur til veitslu. Orsøkin var, at Klaksvíkar Dansifelag kundi halda sín 50 ára føðingardag og tað fór ikki bara aftur við borðinum.

Skipað var fyri stórar ræstkjøtveitslu leygarkvøldið fyri umleið 180 gestum og væl var møtt til veitsluna. Dansifeløgini kring landið vóru umboðaði og aftaná borðhaldið og talur var farið upp á gólv og dansurin gekk lystiliga til lang út á náttina.
Í røðu síni við borðhaldið greiddi Heini Mohr, formaður í dansifelagnum frá umstøðunum hjá føroyska dansinum í Klaksvík og millum annað greidddi hann frá ódnartalinum hjá dansifelagnum, tá farið var undir at byggja Skálan. Hann greiddi frá, at endaliga rokningin tá var upp ímóti fimm milliónum krónum, men at lánini ídag vóru um at koma niðurum 400 túsum. Hann fegnaðist um at tað hevði gingið so væl at gjalda hvørjum sítt, men undirstrikaði, at hetta hevði ikki latið seg gjørt uttan holla uppbakking frá limum felagsins.